Tey eldru og børnini politisk skálkaskjól


ið Boðanesheimið skuldi byggjast, átti kommunan ongar pengar til hetta. Tí
gjørdi kommunan av at hækka kommunuskattin við 1 prosenti í 3 ár, úr 20,75 upp í
21,75%. Tá 1 skattaprosent gevur 30 milliónir árliga, gav hetta sostatt eina
inntøku á 90 milliónir krónur, sum var prísurin hjá kommununi fyri
Boðanesheimið. Samlaði prísurin var 130 milliónir, og landið fíggjaði
restina.

Skatturin
skuldi lækka aftur

Politikkarar
lovaðu at lækka skattin aftur, tá ið Boðanesheimið var goldið. Men hetta sær
kortini út til at verða av ongum, tí nú skulu familjurnar hava øktan
barnafrádrátt. Ætlanin er nu at lata vera við at lækka skattin aftur til tað,
sum hann var - men bert lækka hann eitt hálvt prosent, tí kommunan sigur seg
skula hava ráð til at geva familjunum øktan barnafrádrátt. Tað vil siga, at vit
faktiskt fáa eina varandi skattahækking uppá eitt hálvt prosent í mun til
áðrenn, Boðanesheimið varð bygt.


Hví
hevði kommunan ongar pengar?

Orsøkin
til, at fígging ikki var tøk til Boðanesheimið man ju vera, at kommunan hevði
brúkt pengarnar til ymiskt annað. T.d. brúkti kommunan 59 milliónir til høllina
Fimi uppi i Gundadali. Hetta er tveir triðingar av tí, sum kommunan rindar fyri
Boðanesheimið. Hevði kommunan ikki brúkt hesar pengar til Fimi, hevði kommunan
havt ráð til at bygt Boðanesheimið - útreiðslur eru utreiðslur. Grundin til, at
eg samanberi hesar bygningar, er at eg haldi, tað er umráðandi, at vit raðfesta
rætt - at vit fyrst fáa eitt røktarheim, áðrenn vit fáa fleiri flottar
itróttarfasilitetir. Um nøkunlunda somu tíð fingu vit annars eisini rennibreyt
(40 milliónir) og Dansifrøi (14 milliónir)


Kommunan
spælir uppá samvitskuna hjá fólki

Tað
er so lætt at fáa borgarar at góðtaka eina skattahækking, tá ið tað snýr seg um
"bleyt virði", so sum tey eldru og børnini. Men faktum er, at tað eru minst líka
so nógv allar aðrar útreiðslur, sum gera, at kommunan noyðist at hækka skattin.
At siga, at tey eldru og børnini skulu vera grund til, at vit noyðast at gjalda
meiri í skatti, haldi eg vera skeivt. Tí vit eiga sum kommuna fyrst og fremst at
hava ráð til tey eldru og børnini, ádrenn vit brúka pengar til
annað.


Alt
hitt kostar jú eisini

Skamt
áðrenn kommunuvalið varð fíggjarlógin hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2013 samtykt.
Í hesi fíggjarætlan eru t.d. 10 milliónir settar av til Tórsvøll og 5 milliónir
til golfvøll - tilsamans 15 milliónir krónur. Hetta svarar júst til eitt hálvt
skattaprosent. Hetta eru útreiðslur, sum eru yvir fleiri ár - Tórsvøllur fær 35
milliónir, og golfvøllurin fær 1 millión fyri hvørt holið - eg haldi, har eru 18
av slagnum. Um man t.d. lat vera við at hava hesar útreiðslurnar, so hevði man
havt ráð til at lækka skattin aftur til tað, hann upprunaliga var - og
familjurnar kundu framvegis fingið sín barnafrádrátt. Ítróttarfasilitetir hava
sum heild verið ein sera tungur og áhaldandi útreiðslupostur hjá havnarfólki.
Hetta hevur verðið marknaðarført sum átøk til frama fyri "betri trivnað". Men tá
ið man hugsar um tað, so er alt jú trivnaður, eisini røktarheim og
barnafrádráttur.


Læntir
fjaðrar

Kommunan
hevur fyrr manglað pengar og hevur tikið lán uppá 140 milliónir til at fíggja
ymsar íløgur. Hetta gevur í løtuni eina útreiðslu á 25 milliónir i lánsgjaldi um
árið til bankarnar, sum er næstan eitt heilt skattaprosent. Rentuútreiðslur er
vinningur til bankarnar og skapar hvørki nakran vøkstur ella trivnað í
kommununi. Sjálvt um hetta "bert" er ein fjórðingur ella so av einari álíkning,
hevur hetta altso við sær eitt økt skattatrýst.


Tu
betalir

Hvussu
nógv kostar hetta einum borgara? Vit kunnu seta eitt einfalt roknistykki upp. Um
tú tjenar 300.000 krónur um árið, er 1 prosent av hesum 3000 krónur. Tú hevur
altso samanlagt goldið 9000 krónur fyri Boðanesheimið. Um tað er eitt húsarhald
við tveimum inntøkum, hevur húsarhaldið goldið tað dupulta, altso 18.000 krónur.
Legg merki til, at hetta er ein eyka útreiðsla hjá tær, eftirsum skatturin jú
varð hækkaður til endamálið. Tað, at Tórsvøllur og golfvøllur skulu hava 15
milliónir, kostar tær altso 1500 krónur um árid. Øktur barnafrádráttur kostar
tær 1500 krónur um árið.


Glíðibreyt
Tað
er óheppið at hækka skattin, tá ið kommunan skal gera iløgur sum eitt nú í
Boðanesheimið - hóast onkur kanska vil vera við, at tað simpilthen er so
skidismart. Tað ræður hinvegin heldur um at raðfesta rætt innan teir
íløgukarmar, sum eru. Tað skulu og mugu politikkararnir duga. Og ein kommunalur
golfvøllur er altso ikki tað fyrsta, sum eg haldi eigur at standa á eini
fíggjarlóg. Tað er nógv annað meiri átrokandi, sum hesin býurin manglar - t.d.
ein nøkunlunda borðbæran miðbý, betri bústaðarviðurskifti, betri karmar til
mentan, betri parkeringsviðurskifti - og listin heldur fram. Tá Heðin sigur "vit
fremja úrslit", kann man so spyrja, um tað eru tey røttu úrslitini, hann sigur
seg fremja. Ikki tí, tað er stuttligt at spæla golf - men vit hava bara ikki ráð
til alt í senn.


Sosialpolitikkur?
Summar
familjur sita fyri vist tungt í tí fíggjarliga. Men tað er ikki vist, at ein
barnafrádráttur er ein røtt sosialpolitisk avgerð, serliga tá hesin ikki er
inntøkureguleraður - tí tað finnast jú ríkar familjur, sum als ikki hava brúk
fyri hesum frádrátti. Hinvegin eru fleiri fólk, serliga eftir 1. Januar, tá ið
forsorgarlógin verður broytt, nógv verri fyri enn barnafamiljur. Hesi fólk fáa
onki. Annika Olsen var gott nokk úti og segði, at tey fáa nakrar hundraðlepar
afturat - men tað er onki afturímóti, hvat tey koma at missa við
lógarbroytingini.  



ið man tekur sosialpolitiskar avgerðir er neyðugt, at man ger tað har, tað gevur
meining, og har, tað hevur eina veruliga effekt, soleiðis at hesar avgerðir koma
at bøta um livikorini hjá teimum borgarum í kommununi, sum eru verst
fyri.


Við
einfaldari, rættari raðfesting slepst undan at hækka skattin. Men nú fáa vit at
siggja, hvussu býráðið fer at raðfesta hesi næstu 4 árini - tað verður
spennandi. Vónandi verður tað ikki óneyðugt dýrari. Men eg eri
skeptiskur.


vinarliga,
Leivur
Thomsen