Talgykling

Ríkisfelagsskapur - 


Loysingarvongurin í føroyskum politikki hevur í áratíggir roynt at billað føroyingum inn, at danska ríkisveitingin hevur sera lítlan týðning. Hetta er gjørt so sera snildisliga við at samanbera ríkisveitingina við bruttotjóðarúrtøkuna og við at siga, at ríkisveitingin bert er nøkur fá promillu av henni.



Tað er nú so, at ríkisveitingin er ein rein nettoveiting. Allar aðrar nettoinntøkur eru úrslit av einum avlopi í einhvørjari fyritøku.



Tá ið eg gekk í skúla, vórðu vit lærd, at tað fyrsta, vit áttu at gera, áðrenn vit loystu eina rokniuppgávu, var at gera eindareftirlit. Í hesum førinum merkir tað, at áðrenn ríkisveitingin kann setast í ein frimil, har bruttotøl eru frammanundan, skal hon rættast til og umskapast til eitt bruttotal. Hetta ynskja tey loysingarsinnaðu ikki at gera. Ístaðin verða føroyingar villleiddir við skammleysari talgykling, sum tíverri hevur eydnast teimum í alt ov stóran mun í mong ár. Sum kunnugt ber ikki til at nýta gram og kilo hvørt um annað í sama frimli og vænta at fáa rætt úrslit.



Fyri at seta alt íperspektiv, so les vinarliga her:


https://www.in.fo/news-detail/news/bakkafrost-rindar-lika-nogv-sum-blokkurin-ur-danmark/



Ein nýtist ikki at vera búskaparfrøðingur fyri at síggja, hvussu høpisleys hendan próvførslan er.



Hugsa vit okkum, at ríkisveitingin verður tikin burtur, og at vælferðin skal varðveitast, mugu vit onkursvegna økja okkara framleiðsu svarandi til eitt nýtt Bakkafrost. Hugsast skal eisini um tær ovurhonds kapitalútreiðslurnar, sum skulu til fyri at fáa eitt so stórt apparat, afturat teimum verandi, upp at standa.



Eg havi mangan undrast á, hví størri orka ikki verður nýtt til at lýsa hetta álvarsál úr hesum sjónarhorni. Okkurt hissini hevur tó verið at sæð, men alt ov lítið eftir mínum tykki.



Latið okkum taka saman hendur og rætta skýtsið inn. Kanska onkur villleiddur loysingarveljari verður loystur úr haftinum.



Góðu føroyingar! Trúgvið ikki loysingarretorikkinum hjá teimum, ið vilja loysing. Eg havi illgruna um, at flestu teirra trúgva tí ikki sjálvi.



Veljið tí Sambandsflokkin til valið leygardagin. Flokkin, sum veruliga stendur inni fyri tí, hann sigur.



Gott val!



Alvi Mortensen



valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin