TAKK FYRI ÁLITIÐ

Vit stóðu saman um Sambandsflokkin.


Sum formaður, var tað mítt mál at fáa okkum øll at standa saman, og eri eg sera stoltur og eyðmjúkur nú vit kenna úrslitið.



Sambandsstuðlar og valevnir stóðu so væl um flokkin, og tryggjaði tað okkum 7 tingfólk. 

Øllum tykkum, sum til hetta løgtingsval góvu okkum hesa dyggiligu álitisváttan vil eg vegna Sambandsflokkin takka fyri stuðulin.



Eg vil sjálvandi eisini nýta høvið at takka tykkum, sum vístu mær álit, og valdu meg persónliga.



Saman standa vit um eina bjarta sambandsframtíð, og saman verður farið til verka.



Vinaliga



Bárður Nielsen
Formaður Sambandsfloksins