Tað almenna og lærlingar

Hyggur tú í bløðini ella kagar inn á heimasíðuna starv.fo, so sæst, at nógvir arbeiðsgevarar eru, ið hugsa um at seta starvsfólk við. Ikki bara eru nógvar lýsingar eftir útbúnum starvsfólki, men lýsingarnar eftir lærlingum hava verið nógvar í seinastuni.





Tað at seta við, tað verið seg lærlingar ella onnur, er ein púra natúrligur partur av tí, at framtíðartryggja fyritøkuna.





Harafturat kunnu hesar lærlingasetanir vera við til at minka um ungdómsarbeiðsloysið.





Tíanverri er tað ein stórur arbeiðsgevari - ja helst tann størsti, sum at kalla einki ger við hetta at seta lærlingar við. Tað eru almennu stovnar okkara við landsstýrinum á odda.





Í løtuni eru t.d. 8 lýsingar eftir lærlingum á heimasíðuni starv.fo. Av teimum 8 lýsingunum eftir lærlingum, er EINGIN frá einum almennum stovni.





So kundi tað kanska hugsast, at hetta er tí, at lærlingarnir longu eru settir. Tað kann vera; men taka vit t.d. tey 8 stjórnarráðini sum dømi, so er ein - 1 - lærlingur at síggja á starvsfólkayvirlitinum.





Hetta er snøgt sagt ikki í lagi.





Við hesum dúvar tað almenna uppá teir privatu arbeiðsgevararnar, sum brúka orku til at seta fólk við og útbúgva tey at virka og taka við uppgávum í fyrisitingini av fyritøkunum.





Hesa ábyrgd taka okkara stjórnarráð ikki. Eitt nú Fíggjarmálaráðið, ið virkar sum eitt slag av høvuðsarbeiðsgevara á almenna arbeiðsmarknaðinum ella Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgd av undirvísing, herundir eisini lærlingum - hvørki av hesum báðum málaráðum hava lærling í starvi.





Tað skuldi annars verið upplagt, at hesi bæði gingu undan sum fyridømi fyri restini av miðfyrisitingini. Her mugu vit bara staðfesta, at almenni arbeiðsgevarin ikki er sína uppgávu vaksin.





Almenni geirin er vaksin nógv seinnu árini og er tað serliga í tyngra lønarendanum, at vøksturin er farin fram. Givið er tað, at nógvar av uppgávunum, í eitt nú miðfyrisitingini, krevja væl skikkað starvsfólk við høgum útbúgvingum, men tað er eisini líka givið, at ikki allar uppgávur krevjast at verða loystar av sokallaðum djøffarum.





Tí er umráðandi, at landsstýrið og almennir stovnar ganga undan og eisini seta lærlingar í starv, so tað almenna ikki bara dúvar upp á privata geiran, men eisini tekur á seg sjálvsøgdu samfelagsskylduna og setur lærlingar í starv.





Hetta er eitt av mongum málum, sum vit í Sambandsflokkinum fara at loysa, tá ið vit sleppa framat í landsins leiðslu.





Nú bíða vit bara eftir, at løgmaður og hini í samgonguni koma aftur úr politisku summarfrítíðini, tey hava játtað sær, og løgmaður sigur okkum, nær vit sleppa á val. Betri, at hann ger tað í dag enn í morgin.





Johan Dahl

RN