Tá mann vil savna tjóðina við at spjaða hana


Sambært Tjóðveldinum eru vit ongantíð nærri loysingini enn nú. Rumblið stavar eftir øllum at døma frá baklandinum – frá ulltroyggjunum, sum halda, at loysingin hevur fylt alt ov lítið seinasta valskeið. Nú skulu fetini takast, nú skal flaggið vindast á stong, eplini setast niður, og tey frælsu skulu kvetta síni bond.



Tjóðveldi vil nú savna tjóðina. Men strategiin er at spjaða hana.



Tí sambært teimum sjálvum er Tjóðveldi einasta “frælsa” røddin í Fólkatingi. Sum opinbart eisini kann tosa vegna allar føroyingar “um heimin allan”. Á leið 1 av 5 føroyingum atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum.



Merkir hetta so, at fyri hvønn frælsan tjóðveldisveljara eru 4 ófrælsir føroyingar?



Retorikkurin er, at tað eru tey, sum eru fræls og taka ábyrgd fyri egnum landi. Og so eru tað hini - “tey máttleysu”, “biddararnir”, “tey afturhaldnu” og “tey visiónsleysu”.



Hetta eru tær sokallaðu “sambandsrøddirnar” á Fólkatingi.



Men kann man ikki vera frælsur, ábyrgdarfullur og ideologiskur uttan at vera tjóðveldisfólk?





Føroyingar ráða í Føroyum



Afturat hesum hoyrist nú brádliga, at føroyingar ikki longur ráða í Føroyum – tað gera danir. Tað er ikki hissini nevrotisk framseting. Tí vissi danir ráða í Føroyum, so ræður ES í Danmark, USA í Íslandi, IMF í Argentina, Svøríki í Finnlandi og Heimsbankin í Afrika sunnan fyri Sahara.



Vissi danir ráða í Føroyum, so er mánalendingin íspunnin og veðurlagsbroytingar fake-news.



Men veruleikin er í roynd og veru einfaldur: Vit ráða yvir so nógvum, sum vit vilja ráða yvir. Og tá vit hava flutt vald heim til Føroya, so hevur tað verið við samstarvi millum fleiri flokkar og við breiðari fólksligari undirtøku.



Og tað er fyrst og fremst vanliga arbeiðsfjøldin, sum hevur slóðað fyri, at hetta yvirhøvur ber til.





Falska valið millum frælst og ófrælst



Summi okkara megna at føla okkum fullvaksin, ábyrgdarfull, máttmikil og fræls hvønn dag í ríkisfelagsskapinum. Eg elski ikki ríkisfelagsskapin. Men eg hati hann heldur ikki. Faktiskt so hevur hann ikki annað enn praktiskan týdning fyri mín gerandisdag. Tí ein statslig konstruktión fortelur lítið um prísin á breyði, ella um tey lægstløntu fáa endarnar at røkka saman.



Tí hesar eru tær veruligu fortreytirnar, sum vælferðarsamfelagið hvílir á. Hetta er tann veruliga vinstravenda morgunintuitiónin – indignatiónin, sum hevur borið so nógvar kampar fram, og sum meira enn nakað merkið, nakað flagg ella nakar tjóðskapur hevur vunnið verulig rættindi til tey, sum áðrenn eingi høvdu.



Summi nýtast ikki viðurkenning frá øðrum fyri at viðurkenna seg sjálvi.



Tað er kanska tann hundin, Tjóðveldi átti at grivið upp. Heldur enn at leggja øðrvísishugsandi undir at vera “máttleys”, “biddarar” og “afturhaldin”.



Tí tey eru fleiri enn fimti hvør føroyingur, sum hava bygt hetta land.




Jóan Pauli Dahl Jakobsen, javnaðarmaður