Spiltu atkvøðurnar kunnu avgera løgtingsvalið

Komandi leygardag er aftur løgtingsval. Veljarakanningar benda á, at vit fáa eitt avbera javnt val, og at fleiri samgongumøguleikar verða eftir valið. Lítið bendur á, at tveir av stóru flokkunum saman fara at fáa meiriluta, og tí verða tað - enn einaferð - smáu flokkarnir, ið fáa leiklut sum antin samgongu- ella stuðulsflokkar.



Men hvørjir av smáu flokkunum sleppa inn? Vit hava í ár fimm smáar flokkar, ið kappast um at sleppa á ting. Hetta minnir eitt sindur um Fólkatingsvalið í Danmark, har seks smáir flokkar stríddust um at sleppa um tinggáttina. Endin varð, at Kristendemokraterne, Stram Kurs og Klaus Riskær Pedersen ikki komu inn, meðan Alternativet, Liberal Alliance og Nye Borgerlige riðu um snarið.



Sum nú er benda veljarakanningarnar á, at Framsókn og Miðflokkurin kunnu kenna seg rímiliga tryggar at fáa meiri enn tey 3,03 %'ini (100/33), ið skulu til fyri at sleppa á ting. Framtakið og Føroyaflokkurin síggja hinvegin út til lítlan og ongan kjans at hava. Síðani kemur rumbulsflokkurin Sjálvstýri, ið er minkaður nógv seinnu árini. Flokkurin hevur í fleiri veljarakanningum seinastu tíðina sveiggjað kring valgáttina.






Hvør atkvøða telur



Stóru flokkarnir koma helst at fáa millum 6-8 tinglimir í part, og helst fara vinstraflokkarnir at fáa 14-15 tinglimir, meðan høgraflokkarnir somuleiðis fáa 14-15 tinglimir. Síðani er sannlíkt, at Framsókn og Miðflokkurin fáa 2-3 tinglimir í part. Vanliga hevði man væntað, at Sjálvstýri síðani fekk 1-2 tinglimir og harvið - enn einaferð - gjørdist "kitt" millum tveir stórar flokkar. Hetta kundi t.d. merkt, at ABH fingu 16 tinglimir, CEF fingu 16 tinglimir og D fekk 1 tinglim og enn einaferð gjørdist kongamakari.



Í ár er hetta tó ivasamt, og er hetta uttan iva ein fyrimunur fyri sitandi samgongu. Um vit spæla okkum við tankan, at Sjálvstýri fær 3 %, meðan Framtakið og Føroyaflokkurin fáa 1 % í part, so tosa vit møguliga um eitt atkvøðuspill upp á heili 5%, svarandi til 2 tinglimir. Um eingin av hesum flokkum sleppa upp um tinggáttina, merkir tað sostatt, at síðstvaldu tinglimirnir skulu flytast yvir á hægstu brøkar hjá teimum flokkum, ið er eftir. (Tekniskt verða spiltu atkvøðurnar trektar frá og nýggir brøkar roknaðir fyri flokkarnar, ið eru omanfyri tinggáttina, men tað kemur út upp á tað sama).



Vit vita frá seinasta vali, at fáar hundrað atkvøður kunnu avgera valúrslitið. Í prinsippinum kann ein einkult atkvøða avgera, um tveir flokkar fáa ávikavist 7 ella 8 tinglimir. Um t.d. Fólkaflokkurin fær 7.000 atkvøður, meðan Javnaðarflokkurin fær 6.999 atkvøður, kann Fólkaflokkurin fáa síðstvalda tinglimin og møguliga vinna valið. (Hetta er eitt ekstremt, hugsað dømi, bert fyri at vísa, at hvør atkvøða telur).



Til seinasta val var Framsókn t.d. færri enn 50 atkvøður frá at fáa tríggjar tinglimir. Endin varð tó, at sjálvstýrismaðurin Kári P. Højgaard fekk uttasta mandatið. Brøkurin hjá Sjálvstýri var 0,33, meðan brøkurin hjá Framsókn var 0,28.






Hvat er atkvøðuspill?



Eg havi í seinastuni kjakast við nógv ymisk fólk, millum annað fólk, ið umhugsa at velja Føroyaflokkin. Veljarakanningar higartil hava givið Føroyaflokkinum sera vánaliga úrtøku. Flokkurin kemur í ongum førum upp um tinggáttina, hóast øll statistiska óvissan verður roknað upp í. Flokkurin hevur eisini bert fýra valevni, tó at hann hevur roynt at fáa fleiri fólk upp á listan. Líknandi ger seg galdandi fyri Framtakinum fyri rættinum at velja Kannabis.



Tað er at kalla fullvíst, at hesir báðir flokkar ongan livandi kjans hava at koma á ting. At atkvøða fyri lista K ella L er sostatt at spilla sína atvøðu.



Summi vilja mótmæla, at ein atkvøða fyri Føroyaflokkinum ella Framtakinum ikki er ein spilt atkvøða: við at atkvøða fyri hesum flokkum, sýnir man sína protest móti politisku skipanini, verður ført fram.



Trupulleikin er bert, at ein atkvøða fyri ein flokk, ið ikki hevur nakran kjans at sleppa upp um tinggáttina, er tað sama sum at rópa út í tóma luft. Tað er í grundini nærum tað sama sum at atkvøða blankt. Tú kanst sýna tína ónøgd við eitthvørt og harvið fáa luft fyri tínar frustratiónir - eina løtu. Í veruleikanum hevur tú tó svikið tína fólkaræðisligu uppgávu: at søkja parlamentariska ávirkan. Tú hevur brúkt tína atkvøðu til einki, heldur enn at leggja hana í eina pulju, har hon veruliga ger mun.



Eitt er at atkvøða við hjartanum, men tað er betri at atkvøða við høvdinum. Tú noyðist sum veljari at fyrihalda teg til hvat er rationelt, í hesum føri hvussu tú kanst brúka tína atkvøðu til at stuðla einari politiskari kós. Annars kanst tú koma til at stuðla eini heilt aðrari kós, enn tú ætlaði.



Sum víst í døminum omanfyri: Bert ein einasta atkvøða kann avgera støddar-raðfylgjuna av brøkunum og harvið síðstvaldu tinglimirnar.






Veljarakanningar eru eitt slag av undanvali



Tí mugu veljarar hugsa seg væl um, áðrenn teir seta krossin við Føroyaflokkin ella Framtakið. Ein slíkur ”protest-krossur” er sannlíkt ein spillatkvøða, ið svarar til eina blanka atkvøðu. Við at atkvøða fyri hesar flokkar, atkvøðir tú í grundini fyri tí flokki, ið vinnur valið - og fyri tí samgongu-samanseting, ið vinnur valið. Velur tú sum liberalistur Føroyaflokkin, merkir tað, at aðrir liberalir flokkar missa atkvøður - og kanska enntá ikki fáa onkran av teimum síðstvaldu tinglimunum. Tað sama kann sigast um Framtakið, tó at hesin flokkur ikki hevur nakra greiða ideologiska kós.



Um málið hjá veljaranum er at ávirka føroyskan politikk, er tað irrationelt at atkvøða fyri Framtakinum ella Føroyaflokkinum.



Summi vilja siga, at tað er órættvíst at grunda sína politisku støðutakan á veljarakanningar. Hetta er á ein hátt rætt, tí vit vita, at veljarakanningar í Føroyum kunnu vera svikaligar og óálítandi. Tó skerst ikki burtur, at veljarakanningar siga nakað um hvønn veg rákið gongur. Veljarakanningar fungera á ein hátt sum undanval ella ein "ávegis-evaluering", ið skulu geva veljarunum eina ábending um hvørjir flokkar megna sína uppgávu.






Framtakið og Føroyaflokkurin ikki uppgávuna vaksnir



Framtakið fekk til dømis góð úrslit í fyrstu veljarakanningunum. Flokkurin var nýggjur og spennandi, og nógv fólk høvdu ynski um broyting. Hevði Framtakið dugað at fangað støðuna og útbygt sín politikk við nýggjum valevnum og alternativum politiskum meiningum, kundi flokkurin havt styrkt sína støðu og staðið til at komið á Ting. Flokkurin hevur tó søplað góðu byrjanina burtur. Eitt sindur frekt kann sigast, at Framtakið ikki hevur megnað at menna seg frá eini "rørslu" til ein "flokk". Hetta kemur aftur um brekku, nú valið nærkast og fólk byrja at síggja, at flokkurin ikki veksur við uppgávuni, men hongur fastur í "ide-fasuni". Framtakið hálaði tó í síðstu løtu eina kanin upp úr hattinum, nevniliga fyrrverandi blaðstjóran Dan Klein. Allarhelst kann Dan Klein hála nakrar eyka protestatkvøður til Framtakið, men tað verður neyvan nóg mikið til at hála Framtakið inn á ting.



Føroyaflokkurin er í eini enn verri støðu. Hann var alt ov seint úti til at byggja upp sín politiska platform og spilti nakrar mánaðir í samstarvi við Framtakið. Bara tað, at flokkurin ikki megnar at finna nóg nógv valevni, ber brá um eitt sera hálvhjartað projekt, ið viðhvørt minnir meiri um sjálvprofilering hjá formanninum Hjalmar Zachariasen enn um eina veruliga floksbygging.



Eisini Sjálvstýri tykist líða av, at floksformaðurin Jógvan Skorheim fyllir meiri enn flokkurin annars. Stóra uppgerðin við streymoyarvongin í flokkinum hevur harumframt gjørt, at flokkurin helst hevur amputerað eitt av sínum trimum beinum. Fyrr bygdi Sjálvstýri sína tilveru á Norðoyggjar, Eysturoy og Suðurstreym. Nú eru bert Norðoyggjar og Eysturoy aftur, og tí kann tað ikki undra, at flokkurin stendur til at missa í mun til undanfarin val.



Tó hálaði eisini Sjálvstýri eina kanin upp úr hattinum, beint áðrenn freistin at lata inn listarnar var úti. Kristin Michelsen, ið fyrr í ár varð tveittur úr Javnaðarflokkinum, kann skava tær atkvøðurnar til flokkin, ið tryggja flokkinum afturval. Hetta kann eisini vísa seg at gerast ein vansi fyri Javnaðarflokkin, ið missir nakrar týðandi atkvøður í Suðuroynni. Kristin Michelsen kann tí saktans fara at vísa seg sum jokarin, ið fær núverandi samgongu at fella.





Sámal Matras Kristiansen