Skipabygging v.m....viðmerking til Sambandsflokkin og Erhard Joensen


Sambandsflokkurin og Erhard Joensen
hava fingið í rætta endan.....dygdar føroyskt skipasmíð
samansjóðað við framkomna varandi orkutøkni og orku, ið vit
sjálvi hava framúr møguleikar at framleiða. Varandi orkuna hava
vit í ovurstórari nøgd, og ráevnið dettur niður úr loftrúminum
so gott sum hvønn dag.


Tøknin er tøk, og er einki at bíða
eftir, tvørturímóti hevur tað skund at fáa CO2 og
veðurlagsgassini avmarkað og heilt burtur, tí hóttan er í
havsbrúnni, at verður einki gjørt, er stórur vandi, at
tilfeingið...hjallurin á sjónum, verður fyri álvarsomum
bakkasti. Vit síggja longu sum er, at lívfrøðin og margfeldni í
sjónum hevur tað sera vánaligt, og kann í ringastu umstøðum
hvørva heilt.......Tá bankar onkur á dyrnar við líggjanum, og
gerst tá einki at sleppa snikkaleysur.


At røkka málinum at minka um
ovurstóra útlátið av veðurlagsgassum, og leggja alt
samfelagið...eisini skipini, um til grøna og varandi orkuveiting,
vil seta krøv til ovurstórar peningaupphæddir. Verður ikki hugsað
og handlað við skili og atlitum til framtíðina, kann rokningin
blíva ógvuslig samstundis sum liviumstøður fara øvugta vegin.


Talan verður ikki um 4 ella 6 hundrað
milliónir, men heldur eitt null afturat...kanska tveyfaldað. Og
hvar skal slík ovurstór upphædd koma frá? Tja....nakrir
løgtingsmenn og kvinnur, og eisini bý- og bygdaráðsumboð eru
rokkin so langt, at ein fiskivinnutjóð ikki megnar at sigla í
tveir tímar millum tvær oyggjar....meginøkið og Suðuroy.
Tunnils-maniin er við at taka kvørkratak av hvørjum
mannsbarni...sum um at allir landsins trupulleikar verða loystir
einaferð med alla......bara sleppast kann gjøgnum eitt hol í
havbotninum, og so skjótt sum til ber.


Noreg byggir ein tunnil, nakrar
kilometar longri en ætlaði Suðuroyartunnilin, men talan er ikki um
ein tunnil, men tveir...alleina vegna trygdarkrøv. Og kostnaðurin
verður mettur til umleið 15-17milliardir krónur. Einki
ferðamannaskip skal við Suðuroyartunnlinum sigla norður, og einki
skip suður. Kent er at umleið 10% av landsins íbúgvum hava
sonevnt klaustrofobi....og tí ikki megna at koyra gjøgnum so langan
tunnil. Flogræðsla og klaustrofobi er sum dukkufretur sammett við
ein 21 km langan undirsjóðartunnil.


At føroyingar, og suðringar, ikki
kunnu sigla suður ella norður, av einhvørjari undarligari
orsøk...í hugaligari stovu, góðari restauratión, gott
internetsamband, prát við vinir og kenningar....og børnini sum
jolla sær óført í spæliplássunum....meðan stimað verður fram
við Sandoy, Stóra- og Lítla Dímun og Nípuna, har bergtigin og
vøkur nátturu gevur íblástur og frið í sálina, er fullkomuliga
óskiljandi. Nýggi Smyril verður ljóðleysur, sum fuglurin, ið
fregnast tætt undir skipssíðuna, og kann bunkra grøna orku,
brennievnið, á Krambatanga, har sera góðar umstøður eru at hava
goymslutangar í økinum....eisini til næstu framkomnu skipini hjá
Varðanum Pelagic og øðrum skipum við.


Tí.....til tryggjan til komandi
ættarlið, at tey fá somu og líka góðar umstøður sum vit hava,
verður tørvur á ovurstórari peningaupphædd at legga samfelagið
um, burtur frá fossilu orkuni, og til egin framleidda varandi orku.
Og av somu orsøk eiga landsstýrið, løgtings- og
býráðs/bygdaráðsumboð, at síggja verunleikan sum hann sær út,
og er, at ein Suðuroyartunnil til fleirtals milliardir ikki loysir
nakran samferðslutrupulleika ella kemur at borga fyri bjartari
framtíð. Ferðafólkaskip, farmaskip og fiskiskip, koma vit altíð
at hava tørv á, og skal nakað skynsemið og verunliga væl
umhugsað og fyriskipað framtíðar menningarætlan leggjast fyri
dagin, so verður tað at flyta tunnilsmilliardirnar til
Suðuroyartunnil yvir á nýggja konto til umlegging av
orkuveitingini og til tryggan av góðum korum til komandi ættarlið.
Eina umlegging frá fossilari orku og til rættar burðardyggar og
varandi orkufyriskipanir.
Noreg fyrireikar ferðamannaskip har
orkuveitingin er battarígoymsla og ein 3,2MW brennikykna. Viðhefta
leinkja sigur meira fra hesum skipinum, ið skal verða klárt í
2023.

https://www.rechargenews.com/transition/world-s-first-liquid-hydrogen-fuel-cell-cruise-ship-planned-for-norway-s-fjords/2-1-749070



Kári Thomsen