Skeivt fokus, Jákup Egholm Hansen!

Jákup
Egholm Hansen hevur eitt skriv í miðlunum, har hann mótmælir ætlanum býráðsins
um at skipa eitt øki undir Kongavarða á Argjum sambært eini serstakari
byggisamtykt, ið er ætlað at hýsa eini verkætlan til 94 nýggjar leiguíbúðir. 

Jákup
Egholm Hansen kom tíverri ikki við nøkrum sakligum ella fakligum greiningum av
trupulleikanum, men legði hinvegin heldur dentin á at sáa iva um reiðiligheit
býráðsins í hesum máli. 



Jákup
Egholm Hansen er ikki nakar hvør sum helst í hesum føri. Gaman í, hann býr í
økinum, og ein kundi tí illtonkt hann fyri at reka síni egináhugamál í hesum
føri, nevniliga at sleppa undan at fáa fleiri íbúgvar inn á økið. Men hesum
velji eg ikki at trúgva, tí eg haldi meg kenna Jákup Egholm Hansen sum ein sera
dugnaligan fakmann. 



Sum
útbúgvin arkitektur við drúgvum arbeiðsroyndum, sum fyrrverandi tekniskur
stjóri í Tórshavnar kommunu í mong ár, har hann arbeiddi tætt upp at tí
politisku skipanini, og sum formaður í Umboðsráðnum hjá Betri Samtakinum,
Føroya nógv størstu pengabingju, ja so hevur Jákup Egholm Hansen, um nakar,
innlit í og vitan um, hvussu politiskt arbeiði fer fram í verki. 



Verandi
býráðssamgonga telur ikki minni enn umboðan úr trimum ymiskum politiskum
flokkum. Tískil skulu tað í mongum førum finnast politiskar semjur í arbeiðinum
at náa fram á leið við teimum yvirskipaðu málunum, sett eru út í kortið í einum
samgonguskjali. Hendan býráðssamgongan hevur tó higartil megnað at havt gott
áralag, soleiðis at arbeitt hevur verið fram á leið. 



Eitt sera
týðandi mál hjá hesi býráðssamgonguni hevur verið at leggja til rættis fyri
einum betri bústaðarmarknaði í kommununi til tess at bøta um ta alstóru
bústaðarneyðina, ið er vorðin alt meira eyðsýnd hesi seinnu árini. Kanningar
hjá kommununi í sambandi við at skipa ein bústaðarpolitikk vísa greitt, at nú á
døgum er alstórur áhugi millum fólk fyri møguleikanum at finna sær ein tryggan
leigubústað. 



Tórshavnar
kommuna vendi sær tíðliga í hesi býráðssetuni til allar viðkomandi partar, sum
kundu hugsast at víst vilja og áhuga fyri at tikið lut í arbeiðinum at fremja
eina skynsama útbygging av bústaðarmøguleikunum í kommununi; har í millum
byggivinnuna, fíggingarstovnar, eftirlønarfeløg, íleggjarar, fakfeløg,
áhugafeløg o.s.fr. Millum annað varð fundast við Betri Samtakið í eini roynd at
fáa hesi áhugaði í at fíggja bústaðarbygging her í kommununi heldur enn at lata
sínar áognir arbeiða á eitt nú danska bústaðarmarknaðinum. Her hevði Jákup
Egholm Hansen eina lyklastøðu í umboðsráðnum og eitt gylt høvi til at kunna
stinga út í kortið til frama fyri einum øktum virksemi at stytta um
íbúðarneyðina í Tórshavnar kommunu. Tíverri spurdist einki gagnligt burtur úr
sambandinum til Betri Samtakið í hesum máli 



Sum ikki
minst Jákup Egholm Hansen væl veit, so hevur kommunan ikki loyvi til sjálv at
byggja bústaðir at leiga út til fólk, tí lóggávuheimild er ikki fyri hesum. Í
grannalondunum er hetta tó vanligt.



Umsitingin
hjá kommununi hevur víst býráðnum á ymsar møguleikar fyri staðseting av loysnum
til bygging av leigubústøðum, og síðani hevur politiska telvingin jótrað málið
víðari. Kommunan hevur í hesum sambandi boðið ymsar loysnir út í alment útboð,
har í millum nevnda økið undir Kongavarða á Argjum. Eittans tilboð er komið inn
frá eini vinnulívsfyritøku um eina ávísa loysn, ið teir eru sinnaðir at fara
undir á staðnum. Tøkk fái hendan fyritøkan fyri at hava sýnt málinum áhuga.



Eg kann
saktans viðurkenna alment, at júst hendan loysnin ikki er skipað soleiðis, sum
mær persónliga hevði hóvað best, men ætlanin er tó við til at fremja tann
yvirskipaða politiska málsetningin, nevniliga at bøta um íbúðarneyðina, og
hetta varð so tað, í politiskur meiriluti fekst fyri. 



Býarskipananararbeiðið
er so demokratiskt skipað, at borgarin avgjørt sleppur til orðanna í fleiri
umførum, áðrenn ein endalig staðfesting av eini byggisamtykt er avgreidd av
landsstýrinum.



Kommunan
skal lata ætlaðu byggisamtyktina liggja frammi til alment eftirlit og við
hóskandi tíðarfreist hjá borgarunum til at kunna gera sínar viðmerkingar.
Kommunan skal síðani viðgera og taka støðu til tær innkomnu viðmerkingarnar frá
borgarunum, áðrenn hon ger sína endaligu niðurstøðu. Kommununnar ætlan skal
hareftir sendast Býarskipanarnevnd landsins til viðgerðar og góðkenningar. Í
hesum høpi skulu innkomnu viðmerkingarnar frá borgarunum og støðutakan
kommununnar til hesar somuleiðis sendast Býarskipanarnevnd landsins. Hendan
nevndin ger síðani tilmæli til landsstýrismannin í Innlendismálum um, hvussu
verða skal við hesi ítøkiligu býarskipanarætlanini. 



Tað er tí
púra burturvið, tá Jákup Egholm Hansen førir fram, at talan bert er um
kávalótir frá býráðsins síðu, tá uppskot um eina byggisamtykt verður lagt fram
til almenna hoyring.



Tí eru
míni greiðu boð til Jákup Egholm Hansen og til hini, sum sókna til økið undir
Kongavarða á Argjum. Nýtið tykkara demokratiska møguleika til at koma við
sakligum, vælgrundaðum viðmerkingum til ætlanina um hesa serstøku
byggisamtyktina.



Tað skal
so í øllum førum ikki skorta uppá politiskan vilja frá mínari síðu til at geva
viðmerkingunum eina sakliga viðgerð.

Hatta
asnasparkið til mín um træplanting einans í Hoyvík, átti Jákup Egholm Hansen at
hildið seg ov góðan til. Jákup Egholm Hansen veit fullvæl frá síni tíð sum
tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, at eg í mínum politiska gerningi virki
fyri teimum yvirskipaðu málunum, meðan tað er umsitingin, ið tekur sær av at
føra tær politisku samtyktirnar út í verki. Soleiðis er eisini vorðið í hesum
ítøkiliga førinum, ið Jákup Egholm Hansen sipar til.



Jú, eg
havi stríðst fyri einum politiskum vilja til at økja um gróðurseting og fríðkan
í kommununi, og tað hevur nú m.a. eydnast at fáa avtalað eina kós framyvir á
hesum øki við. Men tað er altso fakliga fyrisitingin í kommununi, sum hevur
víst á hvørji øki og støð, sum eru egnaði til endamálið og hevur raðfest hesi.
Í tí ítøkiliga førinum,  ið Jákup Egholm
Hansen sipar til, er tað argjamaðurin John Kári Midjord, ið við
gartnarafyritøku síni Sp/f Havin, sum skal fremja gróðursetingina við m.a.
nýggja kirkjugarðin í Hoyvík og við Myllutjørn. Lat ongan iva vera um, at argjafólk
sjálvandi eisini fáa sín sjálvsagda part av hesum grøna og umhvørvisvinarliga
átaki, tá fakliga umsitingin hevur egnaði lendi tøk at vísa á.



Livst so
spyrst.



Marin
Katrina Frýdal, Tjóðveldi

forkvinna
í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs