SHELL saðlar um frá olju og til vetni

 

“If we had a hydrogen economy
worldwide, every nation on earth could create its own energy source
to support its economy, and the threat of war over diminishing
resources would just evaporate.” Dennis Weaver.


Meðan neoliberalu knokkhøvdini í
landsins leiðslu rysta í brókum og spyrja hvørjum vit skulu liva
av, vísa framkomin samfeløg og stórfyritøkur kring okkum hvør
framtíðin verður og...hvør treytin verður til at fáa til høldar
tað vit og eftirkomar skulu liva av.


Royal Dutch Shell hevur í fleiri
áratíggju havt egnu granskingardeil nevnd Shell Hydrogen, og boðar
felagið nú frá, at teir leggja seg eftir einari eyðsýnligari
skjótari øking og vøkstri innan efturspurning eftir hydrogen, ella
vetni, sum tað nevnist á føroyskum. Felagið miðar eftur at
leggja seg millum framleiðarar av varandi orku og brúkarnar. Og tað
er rættuliga snilt hugsað, tí ikki ber til at fevna um alt í
einum.


Leiðslan í Royal Dutch Shell heldur
ætlan sína loyniliga inntil 11.februar har teir vilja koma við
almennari fráboðan.


Oljuframleiðsluna halda teir áfram
við í skiftinum til grønu og varandi orkuna, og vilja sum frá
líður hava trí megin orku-veitanarøki: Vetni, bio-brennievni og
náttúrugass.


Sum Dennis Weaver, sáli, málber seg:
Um vit høvdu ein heimsfevnandi vetnisbúskap, kundi einhvør tjó í
heiminum sett í verk egnu orkuframleislu sum stuðul til búskapin,
og hóttanir um kríggj orsaka minkandi fossila orku, vildu hvørva
sum døgg fyri sólina.


Og just tað er onnur orsøkin at
fossilu knokkarnir hvørki eru til at høgga ella stinga í. Kríggj
og innrásir í londum har olja er at finna, hevur verið megin
orsøkin hjá NATO og USA at bumba frá hond.


Eg fari at takka Oljan.fo fyri gott
áræðið og nógvar áhugaverdar greinar um oljuídnaðin, og
eisini góðar greinar um varandi orku, og ynskja honum og landsins
kosnu fossilum vælkomnar inn í nýggju grønu øldina.

Kári Thomsen