Samstarvsavtala við Danmark er triðja leiðin

Millum Einki Danmark og Alt Danmark finst ein
triðja leið, og hon er vælgongd fyri allar partar.


Tey mongu og fjøltáttaðu bond,
sum føroyingar og danir hava knýtt saman, er veruliga virðið á tí, vit hava í
felag. Persónligu sambondini binda okkum saman, og tey ríka møguleikarnar hjá
báðum pørtum.



Men líkasum føroyingar
hava somu møguleikar sum danir í Danmark, og danir hava somu møguleikar sum
føroyingar í Føroyum, skulu Føroyar sum land eisini hava somu møguleikar sum
Danmark. Tað kunnu Føroyar fáa í einum nýggjum framkomnum samstarvi við
Danmark, sum ruddar alt gamalt agg burtur og byggir á ein sáttmála millum tvey
sjálvstøðug lond; ein sáttmáli, ið eisini gevur Føroyum ræði at samstarva frítt
við onnur lond. 



Einaferð fara Føroyar at gerast
sjálvstøðugt land. Spurningurin er, nær løtan er røtt, hvat vit skulu hava ræði
á komandi árini, og hvussu okkara samstørv við onnur lond skulu verða í
framtíðini – eisini okkara samstarv við Danmark.



Hesin seinasti
spurningurin eigur fremstu raðfestingina. Tí nýggja samstarvið við Danmark
verður rættiliga avgerandi fyri, at vit koma burtur úr verandi ríkisrættarligu
stillstøðu, sum eingin veruliga er nøgdur við.



Prátaði við ein framsøknan
útiseta herfyri. Hann var heima í summarfrí og segði akkurát, sum var, at heimlongsulin
er stórur: »Eg vil búgva í Føroyum, tað er heimið hjá mær, her vil eg gera mun.«
Men samstundis segði hann, at hóast Føroyar draga, mugu vit sum tjóð hava eitt
framtíðar samstarv við Danmark. Og tað er eingin andsøgn í hesum. Hinvegin er
tað púra natúrligt, at tey bond, sum eru knýtt gjøgnum øll árini, eisini verða
gagnnýtt, tá ið vit gerast sjálvstøðugt land.



Sjálvboðið samstarv



Tað er rættiliga eyðsýnt,
at siðbundnu veingirnir í føroyska orðaskiftinum troytta fólk. Meira enn 100 ár
við somu máliskunum um alt ella einki í mun til Danmark, troyttar okkum, tað
troyttaði okkara foreldur og kanska eisini longu foreldur teirra. Vit mugu
flyta okkum burtur frá gomlu togtoganini  um Bara
Danmark
ella Einki Danmark.



Tí millum hesa báðar
skotgravirnar standa flest fólk og sakna eina veruliga loysn. Ikki bara orð og
kenslur ella stirvið afturhald, men ein triðja veg, sum peikar fram og vísir
leiðina.



Einki land ræður
treytaleyst sær sjálvum í ein og tjúgundi øld. Tað ger Ísland ikki, Danmark
heldur ikki, og tað fer Ongland heldur ikki, hóast teir fara at lima seg burtur
úr ES. Tí hinumegin útlimanina bíða nýggjar avtalur, sum mugu gerast, og sum
fara at ávirka sjálvræðið hjá bretum.



Men stóri munurin millum
Ísland, Danmark, Ongland og flest onnur lond einumegin og Føroyar hinumegin er,
at Føroyar enn bíða eftir formliga at gerast sjálvstøðugt land.  



Loysnin er hvørki, at alt
longu er, sum tað eigur at vera, ella at fáa vit ikki alt í einum, so ber einki
til. Góðtaka vit, at omanfyrinevndu fatanirnar eru tær einastu, so fara vit
komandi áratíggjuni at hoyra akkurát tað saman, sum vit longu hava hoyrt í alt
ov nógv ár. Veruliga loysnin er at gera eina samstarvsavtalu við danir, men har
fortreytin er, at vit ráða okkum sjálvum.



Frælsur felagsskapur fyri framman



Vit mugu ráða og hava
evsta valdið í Føroyum. Tað merkir, at vit skulu hava ognarrættin til okkara
egna land. Hvørt hetta verður gjørt innan fyri ella uttan fyri grundlógina, er
ikki avgerandi. Tað, sum er avgerandi, og sum gerst alsamt meira viðkomandi
fyri okkum, er, at vit fáa somu formligu rættindi sum hini og taka á okkum tær
skyldur, sum onnur eisini hava. Vit kunnu ráða okkum sjálvum í samstarvi við
Danmark meira ella minni.



Vit hava kjakast nóg
leingi, og vit hava hoyrt somu endurtøkur nóg ofta. Tær hoyra fortíðini til. Nú
snýr tað seg um at fara ítøkiliga til verka og fáa orðað, hvussu vit skulu
samstarva við Danmark. Samstarv um trygd, samstarv um peningapolitikk og útbúgving.
Hetta kann gerast í einum frælsum felagsskapi millum Føroyar og Danmark, og har
vit annars samstarva og gera avtalur við onnur lond, sum okkum lystir.



Tey, sum óttast, at
okkara eyðkenni hvørva og samleikin kámast, hava einki at óttast. Og tey, sum stúra
fyri, at vit byrgja okkum inni sum sjálvstøðugt land, fara at síggja, at júst
tað øvugta fer at henda. Vit fara at lata upp, vit gerast tilvitað um okkara
egna leiklut altjóða, og vit fara at ernast sum fólk.



Tann sjálvsvirðingin, sum
vit hava fingið seinastu árini, fer bara at vaksa uppaftur meira.



Nú er tann stundin komin til sjálvboðið samstarv



Men fer danski staturin
bara soleiðis at góðtaka, at eitt nýtt samstarv verður millum londini? Tímir
Danmark at fáast við okkum, tá ið vit ikki eru undir danska ríkinum, men við
liðina
á teimum?



Stutta svarið er “ja”.  Danmark sær stórar framtíðar møguleikar í
Føroyum og Grønlandi. Sjálvandi vil Danmark fram um alt, at verandi støða
heldur fram. Men flestu danskir politikarar og embætisfólk á ovastu rókum
síggja nú, at danska ríkið fer ikki at halda í allar ævir. Viljin til
sjálvstøðu er rætt og slætt ov stórur og áhaldandi – nú eisini í Grønlandi, sum
er 98 prosent av økinum í danska ríkinum.



Trongdin hjá okkum og grønlendingum
at eiga egið land fer komandi árini at broyta donsku tilgongdina til
sjálvstýrandi økini Føroyar og Grønland.



Hetta kemur livandi til
sjóndar í nýggju bókini hjá Martin Breum um grønlendsku dreymarnar um
sjálvstøðu. Enn er talan mest um dreymar. Men tað er vert at varnast, at kendi
tíðindamaðurin í bókini hevur samrøðu við Mette Frederiksen, forkvinnu í danska
Javnaðarflokkinum, sum er liðilig og bæði skilir og góðtekur, at ríkisrættarligu
karmarnir hjá Grønlandi og Føroyum kunnu broytast – ikki í morgin, men í
komandi tíðum. Hetta er stak áhugavert at hoyra, og hesin boðskapurin er púra
nýggjur millum leiðandi danskar politikarar. Eisini ein av fremstu
embætismonnunum í Danmark, Peter Taksøe-Jensen, sum skrivaði frágreiðing við
viðmælum um framtíðar trygdar- og uttanríkispolitikk hjá dønum, sær í
havsbrúnni eina framtíð, har londini eru sjálvstøðu, men samstarva.        



Og sjálvandi skulu
Føroyar samstarva við Danmark. Ein framtíðar samstarvssáttmáli landanna millum
bæði nærkast, og tað er nú, vit skulu búgva okkum til henda sáttmálan og nýggja
veruleikan.



Tí havi eg boðið Martin
Breum til Føroya at greiða frá øllum tí, hann hevur í viðførinum eftir at hava
ferðast og arbeitt nógv saman við fólki, sum fara at ávirka støðu Føroya í
heiminum í framtíðini.



Martin Breum verður at
hoyra í Auluni í Finsen
mánakvøldið 27. august kl.19
.



Vit mugu virða okkum
sjálv, tí bara soleiðis kunnu vit virða onnur. Latið okkum við opnum sinni
fyrireika okkum til nýggju støðuna, har Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land
við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja við tí. Men har Føroyar eisini
samstarva við Danmark, tí tað sanniliga eisini hevur sínar fyrimunir at
samstarva við ein kendan og álítandi partnara, sum í mongum viðurskiftum, men
langt frá øllum, hevur somu mál, sum vit.



Ein samstarvsavtala millum
tvey sjálvstøðug lond – millum Føroyar og Danmark - fer at greiða fløkjurnar
landanna millum og fer at rudda nógvar misskiljingar burtur og fer fram um alt
at savna okkum sum fólk.



Tað eru persónligu
sambondini millum føroyingar og danir, sum er veruliga virðið á tí, vit hava í
felag. Tað er ikki tað, at Danmark eigur Føroyar, sum gevur føroyingum og dønum
eitt virði í gerandisdegnum. Í framtíðini skulu londini samstarva í einum
frælsum felagsskapi, og nógvu persónligu sambondini millum føroyingar og danir fara
at halda fram.



Høgni Sigrunarson Reistrup