Sambandið tráar eftir Javnaðinum!

Tað er altíð løgið at síggja, hvussu
javnaðarsinnaður borgarligi vongurin brádliga gerst undan vali.
  Sosialpolitisk mál verða hálovað sum aðalmál
og søgulig, verkafólkið fær nýggjar borgarligar frelsarar, og nú eisini skal
náttúran bjargast, tó harraboðini frá teimum vælbjargaðu teska teimum mótsatt!
 



Nýggjasta dømið er, at umboð fyri
Sambandsflokkin fiska eftir javnaðarstemmum til fólkatingsvalið grundað á, at
sambandsstemman er í tráð við ond Peter Mohr Dams. Tað kundi ikki verið meiri
fjart frá veruleikanum. Samríkjaflokkur er Javnaðarflokkurin, men sjálvræði
vilja okur, og tað vildi Peter Mohr Dam eisini, og ondin livir enn við
Javnaðarflokkinum á danatingi.



Hvørja sannføring einstaki javnaðarveljarin
hevur viðvíkjandi samband og loysing, hevur líka nógv at gera við
fólkatingssessin, sum kommunusamanlegging hevur, tí hetta skal til eina fólkaatkvøðu,
har føroyingar avgera. Somuleiðis viðvíkur sannføring Sjúrðar um loysing valla,
hvussu hann røkir fólkatingssessin. Sjón fyri søgn eru hansara avrik.



 



Det smukkeste blad i
Danmarks Historie



Segði P.M. Dam um Heimastýrislógina, sum er
grundarlagið undir sjálvræði okra, og hvat? Hetta vildi Sambandsflokkurin ikki
vita av. Tað sama er galdandi fyri eina ørgrynnu av sosialum málum, har
sambandið varð togað við av Javnaðarflokkinum. Eitt tað minni vakra blað í søgu
Sambandsfloksins er Georg L. Samulesen, sum tók undir við pensjónsskipanini, og
bleiv tveittur fyri borð. Ørkymlandi og dapurt, at sambandið fiskar so fjart
frá egnum leiðum, og ger tað ósiðiliga við at reingja søguna til egnan fyrimun!



 



Samstarvið talar fyri seg



Men so ofta hevur Javnaðarflokkurin togað og
barst við Sambandsflokkin, sum so er vanligt í politikki, og hóast alt hava
samstarvað væl og leingi um fleiri mál. Sjálvt um stríðið hevur verið hart fyri
mál verkafólksins og teimum eldru, so hevur tað eydnast Sambandsflokkinum at
stuðlað javnaðarpolitikkinum. Ístaðin fyri at reingja um søguna til sovorðið
skitið spæl, so hevði verið betri at sambandið loysti sum nikkudukka
Fólkafloksins.



Nei, ondina hjá Peteri Mohr Dam virða okur við at
velja Javnaðarflokkin, ikki smáborgarligar flokkar, sum mugu rekast í
sosialpolitiska rætt!



 



Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður fyri
Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag