”World´s most dirty companies”

 

Hann, ið setur seg sjálvan høgt,
vísir seg mestan at verða settur sera lágt. At Bakkafrost, Regin
Jacobsen, troystar sær at verða bólkaður millum fyritøkur sum
Nestlé, Virgin ella Starbucks, og promovera alivinnuna og seg
sjálvan sum Sustainability Leaders Awards 2021, er so avdúkandi sum
næstan til ber fyri skitið arbeiði í breiðum tídningi. Nestlé
er og hevur í fleiri á verið skýrd "the worlds most dirty
company", og sama við m.a. Starbucks. Mest kent fyri hesar
fyritøkur er trælaarbeiði í m.a. Brasil, ikki vaksnamannatrælir,
nei barnatrælir. Nestlé er eisini kent fyri at lata hánt um alt,
sum kann nevnast umhvørvis- og náttúruvernd. Óteljandi dømi eru
har drekkivatnsbrunnar eru eitraðir, drekkivatn stolið, koyrt á
fløskur og selt til høgan kostnað. Stjórin fyri Netslé er
heimsvíðagitin fyri at halda uppá at drekkivatn ikki er ein
mannarættur, men er nakað sum skal keypast frá teimum. Brasil, og
enntá stjórnin hjá Bolsonaro, hevur á heimspallinum, altjóða,
fingið álvarsamar trupulleikar av tí arbeiðs- og framferðarhátti
fyritøkan vísir fyri bæði arbeiðsfólkum og serstakliga fyri
virðing fyri umhvørvið og náttúru.
Virgin er eisini tiltikið
fyri just tað sama: at vanvirða vanlig arbeiðsmarknaðarviðurskifti
og lata hánt um lønarsáttmálar og setanarviðurskifti.
Nei,
Regin Jacobsen, væl hevur tú góð og dugnalig starvsfólk, og
dugir allarhelst væl sjálvur sum leiðari, men við fríðum vilja
at leypa í runudíkið saman við Nestlé og Starbucks......fyri
aftur enn einaferð at halda uppá at alivinnan er burðardygg, hevði
eg nú ikki rokna við......
Niðurstøðan kan kanska verða, at
Bakkafrost hevur ein trupulleika við síni sannføring um
burðardygga vinnu. Tak til dømis fesk tíðindi úr Onglandi fyri
tveimum døgum síðan. Handilsketurnar Waitrose og COOP steðgaðu
alt keyp av alilaksi frá Scottish Salmon Company - Bakkafrost -
vegna sera grova djórapínslu. Videoupptøkur avdúkaðu hvussi
fyritøkan arbeiddi á sera átaluverdan hátt, og tað vildi hvørki
handilsfyritøkur ella vanligi borgarin góðtaka. Hesi tíðindi
liggur KVF inni við, men torir allarhelst ikki at bera tey fram fyri
føroyingum......tí sannleikin er og hevur altíð verið illa
hoyrdur.
Einki persónkligt briksl móti Regini ella starvsfólkum
hjá Bakkafrost, men eitt minsta mark má verða tá umræður
marknaðarføring og við yvirskrift: burðardygg vinna.

Kári Thomsen