Politikkur er at gera dreymar til veruleika


- Hví tímur tú at vera politikari? Er tað ikki bara stríð og strev og at blíva spilt út í miðlunum? Nakað soleiðis spurdi ein kona meg hendan dagin.



Hetta var ein góður spurningur, sum eg eisini seti meg sjálva viðhvørt. Men veruleikin er tann, at eg kann ikki lata vera við at blanda meg uppí, at royna at ávirka og grundgeva fyri, hvussu eg haldi, at vit fáa eitt uppaftur betri samfelag.


Og so er tað so ómetaliga umráðandi, at vit áhaldandi tala søk teirra, sum fáa ikki talað hana sjálvi.


At gomul, sjúk og veik hava góð kor.


At arbeiðsfólk hava góðar umstøður.


At børn og ung sleppa at vera børn og ung.


At vit hjúkla um fólkaræðið, listina og mentanina.


Og fremst av øllum í dag: At vit ansa nógv betur eftir okkara einastu jørð.


At vit hava eitt samfelag, har øll hava møguleikan at gerast vinnarar í lívsins lottaríi, ikki bara tey, sum eru fødd við eini silvurskeið í munninum, men øll.


Tí bjóði eg meg fram aftur til løgtingsvalið 2019 fyri Javnaðarflokkin.


Eg stillaði fyrstu ferð upp og varð vald í 2011. Á valinum í 2015 bjóðaði eg meg fram aftur, varð vald og fekk álitissessin sum landsstýriskvinna í skúla- og mentamálum.


Hetta hava verið sera gevendi ár, har vit sum samgonga hava fingið nógv frá hondini; eisini týðandi mál og nýskipanir, sum onnur høvdu ikki dirvi at fara undir.


Eg eri 47 ár og útbúgvin lærari. Eri sosialdemokratur, skúlafólk og havnadama, og havi arbeitt sum lærari, journalistur og kunningarfólk. Eri gift við Arnbjørn Ó. Dalsgarð av Velbastað og vit eiga trý vaksin børn.



Vælkomin á mína síðu, har eg greiði frá um mínar visjónir fyri eitt betri samfelag, og nakað av tí, sum longu er vunnið á mál: https://www.facebook.com/politikari/