Pedagogar og fyrireikingartíð

Børnini eru tað dýrabærasta, vit eiga. Tey skulu yvirtaka okkara samfelag, tá
ið okkara tíð einaferð er runnin. Børnini eru stóran part av degnum í dagstovni
- tí er tað umráðandi, at pedagogarnir, sum hava ábyrgdina av teimum, fáa
virðiligar sømdir, so børnini kunnu fáa ein kvalitativan gerandisdag.



Pedagogarnir vóru fyrr í árinum í drúgvum verkfalli, men fingu kortini ikki
fyrireikingartíðina, tey søgdu seg hava fyri neyðini. Síðani skilst, at aðrar
kommunur enn Tórshavnar Kommuna hava fingið hesi viðurskifti í rættlag. Er tað
rætt, at Tórshavnar Kommuna skal vera eftirbátur á barnaansingarøkinum?



Eg havi áður verið inni á hesum við raðfesting av kommunalum skattapengum - tað
velst jú um hvørji virði, man vil hava. Fyrireikingartíðin hjá pedagogunum er í
mini verð ein íløga í børnini, sum skulu mynda framtíðina. Tí eigur hetta at
verða sjálvsagdur partur av fíggjarætlanini hjá kommununi.



Hetta við fyrireiking er avgerandi fyri, at eitt arbeiði kann verða gjørt á
fullgóðan hátt. Hetta ásanni eg sjálvur, eftirsum eg havi arbeitt í
musikkskúla, har fyrireiking er sjálvsagdur partur av arbeiðnum. Fyri hvønn
hálvan undirvísingartíma i tonleiki er ein hálvur tími til fyrireiking.
Somuleiðis hava lærarar eisini fyrireikingartíð í sínum arbeiði. Fyri hvønn
undirvísingartíma á 45 minuttir hava tey 30 minuttir til fyrireiking (egintíð).
Pedagogarnir hava, sum er, bert 1 tíma um vikuna til fyrireiking og vilja hava
2 tímar afturat. 3 tímar um vikuna - hetta er ikki tað stóra! Tað kostar
kommununi eitt stað millum 2 og 3 milliónir um árið.



Landsstýrið sigur við flatskattinum, at "tað skal loysa seg at
arbeiða". Hetta man so ivaleyst merkja, at enn størri krøv verða sett til
barnaansing - og tískil sjálvandi eisini fyrireiking. Come on, latið tí
pedagogarnar - og børnini - fáa frægari sømdir, enn tey hava í løtuni!



X-børnini, X-framtíðin, X-Leivur Thomsen, ein fittur politikkari :-)



 Les meira:
http://www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar