Orkumál og náttúruvernd

Orkudeildin á Umhvørvisstovuni legði
í dag fram á miðlar okkara meting teirra um 5 tídningarmestu mál
innan orkuveiting og minking í útlátum av veðurlagsgassum,
vísandi til París-avtaluna. Útlátið av CO2 var frá
Veðurlagsálitinum í 2009 ætlað av verða 20% minni í 2020
roknað frá útlátinum vit høvdu í 2005, men er hinvegin økt
10%.


Ambitióninar at minka útlátið við
45% til 2030 og at hetta skal verða heilt burtur í 2050 kunnu tí
sigast verða meira enn bara eitt sindur ivasamar og
optimistiskar.

Orkudeildin umrøður at skiftið til grøna
orku skal ganga nógv skjótar enn vit hava sæð og fleiri átøk
skulu setast í verk við avtøku av mvg á hitapumpur, elbilar og
vetnisbilar, og vit stutt sagt slettis ikki hava stundir at bíða
eftir politikkarunum, ið heldur ikki farna 4-ára valskeið megnaðu
at fáa samtykt eina nýtiliga náttúrufriðingar- og
margfeldislógávu.



Orkudeildin umrøður at vit skulu hava
30 vindmyllur upp næstu 10 árini, og alneyðugt verður við
milliarda íløgu í pumpuskipanir til at goyma vindorku, ið ikki
fæst til gagns tá eingin brúkari er tøkur t.d. á
náttartíð.

Orkudeildin hevur trýst hart á at fáa
vindmyllur upp í Suðri og at byrgja upp fyri Ergidal so hann kan
nýtast til orkugoymslu.


Tað kann tykjast rættuliga ógvusligt
at oyðileggja Ergidal og sermerktu náttúruna í økinum, har
fornar leivdir finnast, og sum kanska kann sigast at verða eitt av
fyrstu búplássum í landinum – og ikki taka atlit til siðsøgu,
friðingar og náttúrumargfeldnið.

At einki annað enn
vindorka og pumpuskipanir er á skránni hjá Orkudeildini kann
sýnast heldur veikt og mangulfult tá vit hava fleiri aðrar varandi
orkukeldur at dúva á, næst at spurningur kann setast hvar vetnið
skal koma frá til umrøddu vetnisbilar. Vit fáa tørv á vetni til
annað enn bilar, og verður einki brennievni til skipaflotan, verður
skjótt øskukalt. Tí kann spurningur setast hvussu skilagott tað
er at brúka milliardir til pumpuskipanir heldur enn til vetnistøkni
– ið bæði veitir ravmagn til hitapumpur og bilar og ikki minni
brennievni til skip og flutningsførð.



Einki verður nevnt um sjóvarfallsorku,
alduorku ella sol- og dagljósorku, og einki verður nevnt um
orkusparingar á verandi fossilu veiting til hús og bygningar.


Aldu- og sjóvarfallsorkan er í
tøkniligari menning, meðan sól- og dagljósorka til upphiting og
ravmagn er ment stórliga samstundis sum kostnaðurin er drasslaður
niður.

Vit hava fingið eina bygningskunngerð, BK17, sum hon
nevnist, og har ásett er eitt hægsta mark fyri orkunýtslu til
upphiting og heitt vatn. Fyri sethús á t.d. 100m2 er mest loyvda
orkunýtslan 9100kWtimar um árið. Fyri sama hús í t.d. Danmark er
talan um 4.000kWtímar. BK17 umrøður at orkukravið fyri 2018 kann
verða sett niður til 72kWtímar, tó at hetta krav ikki enn er
komið undan kavið frá Landsstýrinum. Vit eru skjótt ávegis til
2020, og uttan at nakað hert krav er kunngjørt.

Sól- og
dagljós ortkutøkni er tøk á marknaðinum og klár at seta upp á
tekjur og at binda í el-mátaran í sethúsum. Um eini sethús
montera 100m2 av sól- og dagljósmembrani á tekjuna kunnu
framleiðast 6.600kWtímar ravmagn um árið, og mest summarhálvuna
tá lítið er av vatni og eisini av vindi.
Um vit siga at 2.000
tekur í Suðuroy hvør fáa sett upp 100m2 av sól- og dagljósorku,
er talan um góð 3MW hvønn tíma...just tað sum Vágsverkið við
2,81MW og verkið í Botni við 0,18MW framleiða í løtuni.


Umrødda 100m2 sethús hevur her sum
dømi eina hitapumpu á COP 3,5 og eru væl bjálvað og tætt og
brúkar 40kWtímar/m2 um árið til upphiting og heitt vatn.
Ravmagnstørvurin verður 1.140kWtímar um árið og verður restin
av ravmagnsframleiðsluni frá teim 100m2 sól- og dagljósmembrani
góðar 5.460kWtímar um árið.....ella ájavnt við tørvin til
komfýr, kuldaskáp, ljós, sjónvarp og teldur o.a.
Ein kann tí
spyrja um Orkudeildin á Umhvørvisstovuni ikki er í so skjót og
óumhugsin at leggjast eftir at oyðileggja náttúruperluna í
Ergidali, heldur enn at koma við einari breiðari lysing ella
heildarætlan fyri komandi áratíggju, har øll atlit verða tikin
við – bæði viðvíkjandi nátturuvernd, tryggjan av lívfrøðiliga
mergfeldnið og tryggjan av siðsøguni – okkum og komandi
ættarliðum til miklan sóma, og ikki minni at lýsa hvar okkara
fiskiskip og flutningsførð á sjónum eru stødd í tøkniliga
framburðinum at fáa til vega reina og varandi orku.



Eg havi áður lisið orkuálit frá
Oljumálaráðnum, seinri Jarðfeingi, og nú Orkudeildini á
Umhvørvisstovuni – men síggi enn so at siga onga framgongd og
litið fakliga væl undirbygdar áskoðanir og ætlanir.

Vónandi
kann eitt nýtt landsstýri og meira fakliga køn og dugnalig fólk
manna nýggj størv, tí tað sum hevur verið lagt fram farnu fyra
árini er átaluvert og fyri ikki at siga undir alt lágmark.
Og
tað sama kann sigast um arbeiðið hjá Orkudeildini á
Umhvørvisstovuni.



Kári Thomsen