Ólóglig avdetting?


Sosial- og almannapolitikkur -


Nógv full ungfólk millum 14 og 18 ár á Voxbotn



Um vit skuldu farið til fínteljingar og funnið útav, hvør er sekur av hjúnaskilnaði, klandri, penganeyð, ótrúskapi, sálarligum sjúkum, sviknum børnum og vit kundu blivið við, so tori eg at gita, at rúsdrekka er toppskorarin í øllum omanfyri nevndu. Hetta er gerandiskostur í dag, og tí er tað ein trupulleiki í Føroyum. Tí harmar tað meg almikið, at tað eru heilt niður til 14 ár, sum ganga so mikið ávirkað.





Sunnumorgun var henda yvirskiftin á eini grein á in.fo. Løgreglan kundi staðfesta, at hetta var ein syrgilig sjón, og at hetta var heilt ekstremt. Løgreglan kundi eisini ásanna, at hon aldrin áður hevði upplivað, at so mong ung fólk millum 14 og 18 ár drukku seg frá viti og skili.





Í rúsdrekkalógini frá 10. mars 1992, Kap 5, § 17. Tað er forboðið, at selja ella útflýggja rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár.





Eg meini, at neyðugt er hjá okkum at herða lógina, soleiðis at tað ikki skal vera loyvt hjá børnum/ungum undir 18 ár, at nýta rúsdrekka.





Fyri góðum 20 árum síðani, var Ísland tað landið í Europa, har flest ung millum 15 og 16 ár nýttu rúsdrekka, t.v.s. 42% av øllum teimum ungu. Hetta talið er nú komið niður á 5 % og er nú tað lægsta í Europa.





Tiltøk Ísland setti í verk:





1) Útgongubann eftir kl 22



2) Uppraðfesta ítrótt og annað virksemi



3) Byggja rúsfrí ungdómshús



4) Uppfylgjandi kanningar





Vít mugu ásanna, at trupulleikin er ovurhondsstórur millum ung í Føroyum, og støðan er helst verri enn nakrantíð áður.





Tað eru fleiri hættir, at koma hesum til lívs. Eg vil arbeiða fyri hesum:





- Lóggeva at ung undir 18 ár ikki hava loyvi at drekka



- Uppraðfesta rúsfrí umhvørvir og frítíðarítriv



- Arbeiða fyri, at rúsdrekka og ítróttur ikki hoyra saman



- Raðfesta fyribyrging og upplýsing





Eg havi sjálvur nógvar royndir á økinum, sum fyrrverandi aðalskrivari hjá Bláa Krossi. Tað er helst ein sannroynd, at trupulleikin ikki bert er hjá ungum, men tað eisini er stórt trýst á foreldrum. Eg hugsi ikki at útgongubann er rættur í Føroyum, men vit eiga uppfylgja lógini nógv betur.





Latið okkum nú verja okkara ungdóm og ikki gera rúsdrekka til eina fortreyt fyri hugnaði og trivnaði.





Jaspur Langgaard



valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN