Ógvusligt høgrarák skapar ikki tolsemi millum menniskju!

Vit eru í løtuni
vitnið til, at ógvusligt høgrarák er, sum førir við sær at avmarkingar verða
raðfestar heldur enn avbjóðingar.
Hóast óteljandi fakligar áheitanir
verða bornar fram, sum bera á annað borð, verður ikki lurtað.




















Hótt verður við brúkaragjøldum samstundis,
sum dyrgt verður við barnakekki o.s.fr



Eingin samanhangur er í tí, sum verður
sagt og gjørt, og hettar ørkymlar borgararnar og skapar ótryggleika í øllum
samfelagnum



Eisini kommunurnar merkja høgrarákið, og
vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hendir, um hettar rákið eisini fær fastatøkur
á førda politikkin í Tórshavnar Kommunu.



Eitt samfelag hevur brúk fyri øllum og sjálvandi
eisini fyri ymiskleikanum. Júst í ymiskleikanum er framburður, og tí eiga vit
at skipa okkum soleiðis, at øll uttan mun til, hvussu vit síggja út, hvørja
trúgv vit hava, hvørjum vit liva saman við, ella hvussu stórur pengapungurin
er, øll hava somu rættindi til samfelagið og tær tænastur, samfelagið hevur at
bjóða.



Tað er óðamannaverk at fara at seta
brúkaragjøld á t.d. sjúkraviðgerð. Tað er lætt at vera fyri slíkum, tá ið
pengar eru til taks. Men tað er nú einaferð soleiðis, at tað eru fleiri í
okkara samfelag, sum ikki hava góðu ráðini. Tað vísir seg sum, at hettar er
ringt at fata hjá teimum, ið ætlað slíkan politikk. Tey hava rætt og slætt ilt
við at seta seg í ta støðu, sum fleiri av okkara medmenniskju eru í.



Øll kunnu koma í eina støðu, har brúk er
fyri hjálp, og tá er gott at vita sær, at hjálp er at heinta.



Nei, í staðin fyri at spjaða borgarar og
samfelagið alt, eiga vit at hjúkla um samhaldsfasta samfelagið, har vit lyfta í
felag og bera byrðar hvør hjá øðrum.



Vit gjalda øll skatt. Tað, sum kemur inn
við skattinum fer til tær vælferðartænastur, sum vit øll hava tørv á og kunnu
brúka á jøvnum føti. Skattainntøkan verður eisini brúkt til at gera íløgur, sum
tryggja neyðug átøk til framburð.



Í býráðsarbeiði er sjálvandi altíð neyðugt
at fáa mest møguligt burtur úr hvørji einastu krónu, so skattaprosentið ikki
verður óneyðuga høgt. Við miðvísum og framskygdum arbeiði ber eisini á mál við
hesum.



Tjóðveldi hevur samhaldfesti sum aðalmál,
og mín vón er, at vit ikki forførast av ógvusliga høgrarákinum, sum einans vil
skattin niður og brúkaragjald á vælferðartænastur. Tí so verður endin, at bert
tey vælbjargaðu er lív lagað her á landi, og tað má ikki henda – tað er avgjørt
brúk fyri okkum øllum somlum!



Andrea Heindriksdóttir - listi E