Nú valið nærkast

Politikkur - 




Valstríðið verður skjótt av, og verður hetta mítt seinasta íkast fyri løgtingsvalið leygardagin.





Eg geri stutt av og samanfatið her nakað av tí, sum eg havi ført fram seinastu tíðina, niður í nakrar setningar.





1: Eg havi hug at halda fram



Eg eri tilreiðar og havi gott áræði at halda fram í politiska arbeiðinum





2: Mítt ynski og mál



Eg ynski at vera við at dygdarmenna føroyska samfelagið, og eg vil, at øll fólk skulu mennast og trívast í Føroyum





3: Vøkstur og vinnulív



Vinnulívið skapar vøkstur, menning og vælferð





4: Samferðsla



Tunlar raðfestast, ferjur endurnýggjast, vegir dagførast og viðlíkahaldast og uppraðfesting av tí kollektivu ferðsluni (nú skjótt verður koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin og so Sandoyartunnilin)





5: Búskaparstýring



Við skilagóðum rakstri og niðurgjalding av skuld, so er pláss fyri neyðugum íløgum





6: Heilsu-, almanna- og skúlaøkið



Tiltøk skulu setast í verk, t.d. viðgerðartrygd, bygging av vardum bústøðum og raðfesting av útbúgvingum eftir tørvinum hjá vinnuni og samfelagnum





7: Ríkisfelagsskapurin



Sambandsflokkurin er flokkurin, sum sær stóra virðið í Ríkisfelagsskapinum og vil varðveita felagsskapin





8: Náttúra og orka



Vit í Føroyum hava skyldu til at velja og menna grønar orkuloysnir





Á mínum Facebookvanga eru nakrar greinar at finna, har eg komi nærri inn á nøkur av hesum økjum.





Sí annars valskránna hjá Sambandsflokkinum, sum er borin í hvørt hús í Føroyum. Í henni er stutt og greitt orðað, hvat Sambandsflokkurin m.a. ætlar í komandi tíðum.





Saman um Sambandsflokkin





Gott val - gott sambandsval!





Magnus Rasmussen



løgtingsmaður og valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin