Nú ríður tú lágt, Bjørg Dam!



Góða Bjørg, ikki hevði eg væntað av einum kvinnuligum
politikara sum tær, at tú, móti betri vitandi, fór at bera slíkan rangan
vitnisburð ímóti mær. Men sjálvandi, val dysturin er um at koma í hæddina, so
tá galda ivaleyst allar snildir.

Eg haldi ikki, at bakbit, sum títt, eru nøkur uppbyggjandi
leið at ganga í hesum føri. “Gjørd gerð fær onga vend” sigur orðatakið, og
soleiðis er helst tíverri statt við tunnilsmálinum, tí tunnilsfelagið førir
m.a. fram, at broytingar á leiðini kosta so ovurhonds nógv og kunnu seta
kredittvirðið hjá Føroyum í váða. Men vónandi kunnu landspolitikararnir læra av
hesum, nevniliga, at alneyðugt er at gera munandi dyggari forarbeiði, har
landsins fakmyndugleikar verða tiknir við uppá ráð, áðrenn aðrar stórar
verkætlanir um útbyggingar verða sleptar leysar í partafelagshami. Hetta
umrøddi eg eisini í lesarabrævi mínum tann 18. august (sí leinkju niðanfyri),
har eg eisini segði, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður, ikki eigur ábyrgdina
av fløktu støðuni, sum málið er endað í, tí hann er so nýliga komin í sessin
sum landsstýrismaður í samferðslumálum.


https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/nei-hedin-mortensen-torshavnar-kommuna-hevur-ikki-sovid-i-timanum/


Lat ongan iva verða um, at í mínum hugaheimi eru
undirsjóvartunlarnir í Føroyum eitt stórt frambrot og eitt vælsignilsi. Mínar
atfinningar snúgva seg um, at neyðugu samfelagsatlitini ikki hava fingið nóg
holla rúmd og eru tikin við uppá ráð í fyrireikingararbeiðinum av hesum
verkætlanum. 


Gott Løgtingsval.


Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi