Nógvir hundrað limir eru við sviðusoð

 

Nógvir hundrað
limir eru við sviðusoð



 



Starvsfólk,
ið eru dottin niður ímillum



Starvsmannafelagið hevur limir, ið
beinleiðis eru dotnir niður ímillum. Hetta eru starvsfólk, ið hava staðið á
síðsta lønarstigi í nógv ár, uttan at verða bólkað av nýggjum – er tað rætt og
rímiligt? Hesi starvsfólk hava ognað sær útbúgving, vitan og royndir í gjøgnum
nógv ár og víðari útbúgving uttan at fáa eina krónu fyri førleikamenning. Hetta
nýtur arbeiðsgevarin gott av. Tað er óvirðiligt fyri hesar limir, og vil eg
arbeiða hart fyri at fáa hetta uppá pláss til komandi sáttmálasamráðingar.
Eftir sjey ár á arbeiðsmarknaðinum, hava limirnir nátt hægsta lønarstig. Tað er
ikki virðiligt, at fólk víga sítt lív til arbeiðsplássið í 20, 30 ella 40 ár,
og lønin stendur í stað eftir sjey árum. Hvør einstakur arbeiðstakari er
áhugaður í at fáa eina góða løn, og sjálvandi skulu vit hava tað, vit hava
uppiborið. Tí er tað neyðugt at endurskoða lønarskipanina og lønarflokkarnar.



 



Vit mugu lyfta í felag. Tey lágløntu
skulu lyftast, og eisini má tað vera munur á lønarflokki, tá tað snýr seg um
limir við útbúgving og limir uttan útbúgving. Limirnir eru tilfeingið hjá
arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, ið útinna arbeiðið. Tað eru limirnir, sum
stríðast í gerandisdegnum, og sum skulu lønast og heiðrast fyri tað arbeiði, og
ta framgongd arbeiðsplássini hava. Tað er eingin sjálvfylgja, at lønin fylgir
við. Vit mugu standa saman, og stríðast enn meira fyri lønini, og halda rimmar
fast í vunnum rættindum.



 



Gott og gevandi at vitja limirnar kring landið



Farnu vikuna havi eg verið á ferð kring alt landið, og vitjað
nógvar stovnar og arbeiðspláss. Eg takki tykkum hjartaliga fyri, at eg fekk
møguleika fyri hesum, og síggja, hvussu tit stríðast í gerandisdegnum og í
summum førum arbeiða undir viðurskiftum, sum kundu betrast munandi. Hendan vitjanin
hevur lært meg sera nógv um, hvat tað er fyri sáttmálaviðurskifti og lønarviðurskifti
starvsfólkini starvast undir, og hvussu sera umráðandi tað er, at formaðurin er
til staðar úti á arbeiðsplássunum,  saman
við limunum og álitisfólkunum, sum hann er leiðari fyri, og hevur ábyrgdina av.



 



Nú formansvalið stendur fyri durunum, vil eg heita á
tykkum, um at brúka tykkara rætt, og gera tykkara atkvøðu galdandi.



 



Ynskja tit ein formann, ið er sjónligur og nærlagdur, og sum stendur
saman við limunum
og vil berjast
fyri teirra sakum? Og ynskja tit ein formann, ið torir at varpa ljós á vánalig arbeiðsviðurskifti og á skeivleikar,
ið raka limirnar í samfelagnum?



 



- So skulu tit atkvøða fyri mær til formansvalið tann 7.
mars. Um tað ikki liggur fyri at koma til aðalfundin, so kunnu eisini atkvøða
talgilt frá 16. februar til 6. mars. Hetta kann gerast við at venda sær til
felagið á tlf. 614868 ella við telduposti á
starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo og biðja um atkvøðuseðil.



 



 



Gott val



 



Vinarliga



Gunnar Hjelm, formansvalevni