Náttúruvandalar


Alivinnan er við
at forkoma øllum livandi á firðum, sundum og enntá á opnum havi.
Og ikki nokk við tí, nú skulu fólk á Sandi og føroyingar sum
heild góðtaka eina tvífalda øking av alingini hjá Mowi á
Sandsvág. Umhvørvisstovan, stempulstovan hjá landsstýrinum og
alivinnuni, hevur góðkent víðkanina av aliøkinum frá 58.500m2
til 110.700m2 og við 90 metrum úteftir og 90 metrum tættari inn
til sandin. Í umhvørvisgóðkenningini verður skrivað, at ætlanin
er at leggja ein fóðurflaka í økinum...ikki eitt næstan 100
metur langt skip, men ein flaka. Ein flaki er ein prámur, oftast
kanska ein metur høgur, og er kendur sum arbeiðssamboð til
umvælingar av skipum ella bryggjukanti. Vit síggja skandaluna hjá
alifyritøkuni Luna vesturi í Víkum, har eitt stórt skip...ein
”fóðurflaki” hevur ligið og gresja í mølini í fleiri
mánaðir. Ikki er slíkt just eyðkennið fyri føroyskan dugnaskap
á sjónum, og neyvan høvdu teir gomlu funnið uppá at lagt eitt
tungt lastað skip fyri akker á mest brimbardu plássum.

Friðað
náttúruøki

Bert trí náttúruøkið hava føroyingar
megna at friðað síðan løgtingslógin nr. 48. um náttúrufriðing
varð sett í gildið 9.juli 1970. Tað sigur nakað um hvussu stóra
virðing føroyingar hava fyri síni náttúru og umhvørvið.
Vøtnini í Leynum og áin eru friðað, og Fjallavatn....nærmasti
granni til Víkar har Luna hevur sína skandalu liggjandi í mølini,
kravdi bardaga og nógv rok við SEV, innan tað eydnaðist at
tryggja náttúruperluna í Vágum.
Og triðja friðaða
náttúruøkið eru Mølheyggjarnir á Sandi. Eitt hitt mest serstaka
náttúruøki í landinum við hópin av serstøkum gróðuri og
smákyknum, ið bert finnast har og ongar aðrar staðir. Aftan fyri
sandin er Sandsvatn har serstøk sjósílastamma hevur hildið til í
øldir, og havt álvarsamar hóttanir frá óskipaðum
kloakkeringsviðurskiftum, ið tó eru fingið í rættlag.





Náttúrufriðingarlógin





Endamálsorðingin
í Náttúrufriðingarlógini sigur greitt at, ”øll skulu vit
fyriliti og varsemi fara um í nátúruni, einki gera, ið kann
skaða ella skemma, gera nakrar ónaðir hjá øðrum.” Sagt verður
eisini at, ”øll dálking av náttúruni við pappíri, fløskum,
plastíløtum, brotum o.ø. er forboðin.”
í grein 3. í
endamálorðingini verður nevnt at, ” gomul og ónýtilig før
skulu høggast upp ella søkkjast á støðum, har tey ikki eru til
bága fyri sigling ella fiskiskap”.
Yvirfriðingarnevndin metti
við goðkenningin av aliøkinum hjá Luna við Víkar, at
náttúrfriðingarlógin ikki er galdandi fyri sjóøkið, og at
nevndin tí ikki kundi taka støðu til aliøki fram við sjóðarmála.
Hesa niðurstøðu kann stórur ivi verða um, tí sambært grein 3
skulu gomul og ónýtilig skip høggast upp ella søkkjast, og tað
óansæð um slík liggja svínabundin við kaj ella ankrað á einum
fjørði. Annars verður í grein 2. umrødd bygging uttangarðs, at
”loyvt er ikki at byggja hús, skúr ella a.l. uttan loyvi frá
friðingarnevndini. Undantikinir eru smærri bygningar, sum eftir
gomlum siði vanliga hava verið bygdir uttangarðs í samband við
landbúnað, tá ið teir ikki skemma náttúruna.” Aliøkið á
Sandsvág kann neyvan sigast at vera hvørki innan- ella uttangarðs,
men skal byggjast innangarðs skal slíkt verða ikki minni enn 300
metur frá vøtnum størri enn 1ha og frá áum, ið eru meira enn
4metur breiðar í botninum.
Hesar ásetingar hava heilt greitt
sum endamál at verja um vøtnini og stóru áirnar.





Skemman og
álvarsom dálking

Friðing av sjóøki er ikki ókent tá
verjast skal um ein fiskastovn ella viðbrekið økið sum t.d.
Føroya Banka. Náttúrufriðingarlógin hevur heilt greitt sum
endamál at verja móti dálking og skemman – sjónligari dálking
– sum stóri vindmyllurnar við Gellingarklett, ið
Yvirfriðingarnevndin hevur heft seg við at verða ov høgar. Á
sama hátt gevur lógin greið boð, m.a. at gomul skip ikki mugu
sløðast kringum á fjørðinum ella í mølini, og tí skulu
burturbeinast...vegna sjónliga og óetiska dálking. Og byggjast
mugu ikki bygningar innangarðs nærri enn 300 metur frá áum størri
enn 4 metur í botninum. Um slíkir bygningar standa á pelum í
mølini heimilar ikki at tað kann góðtakast, just sum at talan er
um eitt 100 metur stórt skip, ið verður ankrað stutt frá
sjóðarmálanum.
Fóðurskipið hjá Mowi er tí heilt greitt ein
sjónlig og óetisk dálking og atgerð, ið ikki kann heimilast
sambært lógini um náttúrufriðing. At fóðurskipið hjá Luna
við Víkar ikki var ein sjónlig dálking tí eingin bústaður er
nærhendis, vil heldur ikki hava nakra heimild tá slíkt skip ikki
hevur nakan sjálvsagdan ella søguligan lut á slíkum stað...enntá
sum nærmasti ”granni” til friðaða Fjallavatn har vitjandi við
avbera sýninum vestur í hav fáa sum á kjaftin....við óetiskari
og sjónligari dálking.




Umhvørvisstova
og Landsstýri uttan umhvørvispolitikk





At náttúru- og
umhvørvisvernd enn hevur lága, fyri ikki at siga onga raðfgesting,
síggja vit hvønn dag í árinum. Alt ber til og alt er loyvt.
Frávik frá galdandi reglum er mestan ein megin regla hjá
Umhvørvisstovuni, a sama hátt sum umhvørvisárinskanningar fyrst
verða gjørdar eftir at ein skaði er staðfestur. Við avoldaðari
lógavu, onga uppfylging og raðfesting av altjóða sáttmálum um
veðurlagsbroytingar, tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni, ella
burðardyggar menningarætlanir....alt altjóða sáttmálar
Landsstýrið hevur bundið seg til, verur enn arbeitt eftir frummum
og sum best ber til. Lógávu til lendisskipan finnist ikki, sum sæst
á lokal-politiskum bardøgum á tingi, og alt meðan leggur
Løgmansskrivstovan ætlanir í einum ”burðardyggum vækstrarforum”
har náttúran skal troytast enn meira og við enn størri og meira
vandamiklari dálking...fyri at tæna privatum
peningaáhugamálum.
Serstøk gil sum Fossdalsgjógv, uttangarðs
í Guds fríðu náttúru, skal ognartakast til bygging tí ein
hotelstjóri skal hava enn eina Michelinstjørnu. Og KOB kann sum
einasta brennistøð í Europa og mesta partinum av heiminum brenna
bildekk...ikki fyri at stuðla undir endurnýtslu ella minka um
oljunýtslu ella CO2 útlat...men økja alvarsama kyksilvur- og
dioxineitran, ið umhvørvið og sjógvurin annars hevur í rikiligt
mát. Vindmylluáhugamál eru meira privat enn nakað annað, og
uttan at vit enn hava eina lendisskipan og landsplanlegging til
skilabestu vindorkuøki. Alivinnan sleppur ótarnað av oyða allar
firðir og sund, forkoma uppvækstarøkum hja smáfiski og ynguli,
avoyða sjósílið og villa Atlantslaksin....tí peningalig áhugamál
hava størri tídning enn tryggjan av óspiltari og ódálkaðari
náttúru - umhvørvið á landi og sjógvi -, ið eftirkomar hava
krav uppá er óspilt og kann nøkta tørvin krevjast kann til
haldgóða og virðiliga tilveru.


Sandingar hava
umsitið sítt nátturugivna tilfeingið á framúr hátt, velt bøðin
og gagnnýtt tað avbera góða fiskiríkidømið teim er falli í
lut. Men at lata útlendskar spekulantar atgongd at oyða
fiskiríkidømið, dálka og illa skemma avbera vøkru bygdina og
tess umhvørvið, er so karrátt, ómentað og á lágum støði sum
hugsast kann.





Kári Thomsen