Móðurmálsdagur er mega nice!

Í dag er móðurmálsdagur. Dagurin er eitt høvi
at dvølja við okkara móðurmál, ið sum oftast bara flýtur úr munninum og frá
knappaborðinum, uttan at vit hugsa stórvegis um tað. Málið finst og er ein av
eginleikunum, sum skilir okkum menniskju frá øðrum djórum.  



 



Móðurmálsdagurin
í ár



Í ár verður nógv gjørt burturúr
móðurmálsdegnum, sum seinastu árini hevur verið hildin á føðingardegnum hjá Venceslaus
Ulricus Hammershaimb. Í ár eru 200 ár síðani, hann varð borin í heim, og í hesum
døgum eru nógv spennandi tiltøk kring landið, sum vísa á hansara stóra arbeiði
til frama fyri føroyska málinum.



Hóast mangt eitt skúlabarnið man hava suffað
so sáran um ð og um aðrar reglur fyri rættskriving, hava vit nógvar
orsøkir til at heiðra Hammershaimb, tí varðveitingin av føroyska skriftmálinum
er hansara verk. Og í dag er tað ein sjálvfylgja, at vit hvønn dag orða okkum á
føroyskum skrivliga og munnliga, í gaman og álvara, gerandis og heilagt.    



  



Sjeytúsund
tungumál – helvtin doyr út



Sambært Halgubók, sum vit eisini hava á
føroyskum, var tað Harrans revsing, at vit tosa ymisk tungumál, og at vit ikki
eru før fyri at skilja hesi nógvu málini, sum finnast á jørðini.



Revsing ella ei, heimsins málsligi veruleiki
er fløktur. Í dag finnast umleið 7.000 ymisk tungumál, og av hesum tosa einans
tvey prosent av heimsins íbúgvum tey 4.000 málini. 40 prosent tosa tey 8 mest
tosaðu málini, og vandi er fyri, at helvtin av øllum heimsins tungumálum eru
útdeyð, tá ið hendan øldin er farin.



Hóast málstríðið um formligu støðuna hjá
okkara móðurmáli er vunnið, er ikki ráðiligt at sita fram á árarnar, og vit
mugu syrgja fyri, at føroyskt ikki verður millum tey 2.000 málini, sum doyggja
út komandi 100 árini.



  



Málskifti



Í seinastu útgávuni av Frøði, sum annars er
halgað Hammershaimb, er áhugaverd grein um máldeyða og málskifti eftir Hjalmar
P. Petersen, granskara. Sambært hesi grein er tað ikki óhugsandi, at vit standa
fyri einum málskifti í Føroyum, har vit fara frá føroyskum yvir til at tosa
enskt. Hjalmar sær fyri sær, at enskt í framtíðini kann verða skriftmálið, og
talumálið verður eitt føroyskt litað enskt. Men, sum hann eisini førir fram,
ber til at forða fyri hesi gongd, millum annað við at útbyggja máltøknina, so
at vit fáa føroysk forrit í staðin fyri ensk og donsk.



Hesum taki eg fult undir við. Í dag er
málstríð eisini eitt stríð um, hvat mál vit brúka, tá vit samskifta við telduna
og við snildfonina, og tankin um at verða noydd at biðja robottin um ein kopp
av kaffi á enskum er alt annað enn lokkandi. So hetta er eitt arbeiði, sum skal
raðfestast politiskt.



Harumframt nevnir Hjalmar týdningin av at
raðfesta skipaða undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar. Eisini hesum taki eg
fult undir við, tí ein væleydnað integratión er treytað av, at okkara nýggju
borgarar hava góðar møguleikar at læra seg føroyskt, og í dag er
málundirvísingin alt ov tilvildarlig.   



 



Skal
røkka á øllum økjum



Vit hassjtagga á Instagram, og vit sangdubba í
Glitnir. Hesi og nógv onnur orð eru á heimasíðuni hjá Málráðnum, har vit finna
vit føroysk orð fyri nýggjar veruleikar, og nógv av hesum orðunum eru eftir
mínum tykki væleydnað. Men tíðin má vísa, hvussu útbreiðslan av orðunum verður.
Neyðugt er í øllum førum, at allir partar gera sítt, og at foreldur, lærarar,
fjølmiðlar og vit politikarar eru tilvitað um uppgávuna at brúka nýggju orðini
í okkara samskifti.



Árligi móðurmálsdagurin er eitt gott høvi at
minnast til, at málið skal mennast, so tað ber til at seta orð á allar teir
veruleikar og á allar tær støður, sum vit menniskju liva í í dag. Vit eiga øll
okkara móðurmál, og vit skulu kunna brúka tað at orða okkara tilveru og okkara
lív á øllum økjum og í øllum støðum, tí annars er málið ikki nóg livandi og nóg
rúmligt. 



 



Ynski øllum ein góðan móðurmálsdag.



 



Á móðurmálsdegnum tann 25. mars 2019,



Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri
Javnaðarflokkin