Mist sambandið

 Hví eru so nógvir
sosialir ójavnar í føroyska samfelagnum – og hetta í tíðum, har vit ongantíð
fíggjarliga, hava verið so væl fyri ?



Svarið er einfalt: Politikarin
hevur mist sambandið við fólkið og hevur ikki nakra føling við, hvussu tey, ið
rakt eru av ójavnanum í verunleikanum hava tað! Tíanverri er bæði sympati og
empati í alt ov stóran mun horvið úr hugaheimi politikaranna.



Umfram tað, sum tikið er
frá pensjonistunum hesi seinastu árini, so gera ójavnar seg galdandi m.a. á hesum
økjum:



·       Ójavni á arbeiðsmarknaðinum við atliti til
pensjonistar. Fyrr í ár legði landsstýrið uppskot á ting, sum hevði til
endamáls, at tað skuldi bera til, at gera mismun vegna aldur t.d. tá ein hevði
nátt pensjónsaldur.



·       Ójavni mótvegis teim ið eru millum 18 -66 ár og
sum hava ávísan tørv. Her kann bæði verða tørvur á endurvenjingum og tørvur
fyri ansing/stulið í samband við , at ein er raktur av demens.



·       Ójavni í samband við bústaðrviðurskiftir teirra,
ið hava menningartarn ella annan skerdan førleika. Veit um fók við
menningartarni, ið hava verið noydd at flyta frá stað til stað tvær ferðir
innan eitt ár. Hetta hóast 200 mill krónur hava verið tøkar at gjørt gott við
til nýggjar búðeindir.



·       Ójavnar í samband við bíðilistar til kanning/viðgerð
á sjúkrahúsi. Tey, sum hava ráð kunnu fara  uttanlana og gjalda sjálvi – hini mega bíða í
tolni.



·       Ójavni í samband við lønarviðurskift. Meðan hin
tímalønti arbeiðarin mátti stríðast og strevast fyri at fáa eina lønarhækking
uppá góðar 6 kr um tíman og heilsustarvsfólk, eftir tógvi stríð, fingu eitt
lønarlyft, ja, so fekk ein bólkur í samfelagnum – ein bólkur sum frammanundan
er sera væl fyri, við einum ”pennastrokið” eina lønarhækking upp á kr. 100.000



Soleiðis kundi eg hildið
á.



Nú, eftir at hava stýrt í
4 ár, lovar tann reyða elitan, at tey vilja fáa hesar og aðarar ójavnar burt.
Skulu vit verunliga trúgva teimum, nú staðfest er, at ójavnarnir eru vaksnir,
júst meðan hesi sokallaðu ”arbeiðaravinir” hava stýrt hesum landi. NEI, tey
hava mist sambandið og ána ikki, hvussu tey, ið rakt eru av ójavninum hava tað.



Tað er staðfest av
hagfrøðingi á Hagstovuni, at talið av persónum undir fátækramarkið er vaksið og
at tað serliga er talið av pensjonistum, sum er vaksið í hesum bólki.



Nei, lati okkum fáa hjartað
inn aftur í politikkin! Tá fara vit at tosað um menniskjur og ikki bara stabbar,kurvar
og prosentir.



Eiði, tann 29. august
2019



Tordur J. Niclasen