Miskunnsami føroyingurin!? Ódámlig tøl í spurnakanning


Sambært spurnakanning viðvíkjandi flóttafólki er hugburðurin hjá nógvum føroyingum ikki so miskunnsamur, sum undirritaði hevði væntað.



Er hatta veruliga støðan í Føroyum, smørholuni, í dag?



SAMGONGUVELJARAR: 76% ímóti at taka okkara lutfalsliga part av neyðstøddum flóttum!





ANDSTØÐUVELJARAR: 34 % ímóti!



ALLIR FØROYINGAR: 53 % ímóti!



Sjálvt lítla Hetland hevur ætlanir um at taka ímóti flóttum!



Sjálvandi eiga vit ikki at seta tiltøk í verk í óðum verkum, men ---.



Hevur ikki onkur í Føroyum ringan smakk í munninum av hasum tølunum, kanska serstakliga innan samgonguna?



Hjálpa á staðnum, hvat er tað fyri nakað?



Hugaligt tó, at Jenis sýnir samhug. Tað átti at samsvarað væl við stevnuskránna hjá hansara flokki.



Við ivakvøðu
Eyðun á Borg