Menningarhjálp gagnar báðar vegir


Menningarhjálp er eitt týdningarmikið øki, sum eg brenni fyri, og sum eg fari at arbeiða fyri sum politikari. Eg havi í fleiri umførum verið við til at veita menningarhjá lp í Etiopia, og hetta hevur givið mær innlit í, hvussu hetta arbeiðið eigur at leggjast til rættis.





Í samband við mínar royndir havi eg sæð, hvussu menniskju megna at reisa seg upp úr fátækradømi og síð ani vera við til at stuðla øðrum í at reisa seg í nærumhvørvinum. Mín fatan er tann, at tá menningarhjálp er væl løgd til rættis og endamálið er greitt, so gagnar menningarhjálpin og ger veruligani mun, sum førir við sær, at ringar spreiða seg í nærumhvørvinum.





Ein vinn-vinn støða
Menningarhjálp er hjálp til byggja upp nútíðar samfeløg í tí tilafturskomna heiminum og umfatar vinnulig, mentanarlig og sosial viðurskiftir. Hjálpin verður veitt frá ríku londunum til tey fátækastu londunum í heiminum.



Tó havi eg sæð ynski um at knýta sambond, soleiðis at vitan og royndir kunnu gevast báðar vegir. Tí at lí ka so væl sum vit veita tilfeingi, vitan og royndir, so ynskja tey eisini at geva nakað aftur. Hetta er bæði spennandi og áhugavert. Hetta kundi havt við sær, at óansæð aldur, men einamest okkara ungu kundu fingið møguleika at farið til eitt menningarland luttakandi í einari verkætlan. Bæði fyri at veita hjálp og at tey koma heim aftur við virðismiklum lærd ómi og royndum til gagns fyri fø royska samfelagið. Og hin vegin at folk úr menningarlondum koma til okkara land í áví st tíðarskeið at vinna holla vitan og royndir.



Tí um hetta arbeiðið verður lagt væl til rættis, sum jú neyð ugt er, so er møguleiki fyri eini “vinn-vinn støðu” har báð ir partar geva og fá a.





Játtanin til menningarhjálp eigur at hækka
Á fíggjarl ógini fyri 2019 v óru 9,2 milli ónir settar av til neyð- og menningarhjálp. Sambæ rt ST átti menningarhjá lpin í øllum ídnaðarlondum at verið minst 1 % av BTÚ . Samgongan hevur hækkað menningarhjálpina munandi, men vit eru langt frá málinum.



Um samanborið verður við aðrar partar av heiminum, so eru Føroyar væl fyri í altjóða høpi, og eg meti, at vit kunnu og skulu veita størri hjálp. Vit hoyra til skaran, sum kann veita hjálp, tí vit eru eitt væl virkandi samfelag, hvørs vitan og royndir kundu komið menningarlondunum til góðar, samstundis sum tað gav møguleika fyri menning her heima.



Eg taki undir við tí, sum formaður floksins førdi fram í 2018 um, at vit eru ein partur av altjóða samfelagnum, har vit hava skyldu til at hjálpa neyðstøddum ú ti í heim. At játtanin til menningarhjá lp hevur verið ov lítil borin saman við tey lond, vit sammeta okkum við, og tískil skal økjast næstu á rini, soleiðis at vit kunnu koma uppá sama støðið. Vit kunnu vera við til at tryggja sosial framstig og búskaparvøkstur í menningarlondum. Okkara lutur eigur ikki at liggja eftir.





Lat okkum vera við til at veita menningarhjálp sum eisini kemur okkum sjálvum til góðar.





Gott val



Fríða Petersen, valevni fyri Javnaðarflokkin