Meina vit tað - ella ikki?

Uppskotið um veðurlagslóg frá Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi verður við 2. viðgerð felt, tí samgongan vísir til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, sum í løtuni arbeiðir við einum uppskoti til veðurlagspolitikk.



Hóast Ingilín D. Strøm er sannførd um, at uppskotið um veðurlagslóg er avgerandi í mun í minking av útláti, er hon ikki avvísandi fyri at gera breiða semju við flokkarnar á løgtingi.



- Vit vilja sjálvandi samráðast um veðurlagspolitikkin, men bert um tað eru verulig átøk aftanfyri. Okkara boðskapur hevur frá byrjan verið, at uttan so at mann bindir seg í lóg, er lítil og eingin tyngd aftanfyri uppskotið. Eitt uppskot til samtyktar kann lættliga leggjast í skuffuna og ongantíð verða tikið upp aftur, soleiðis sum vit sóu tað varð gjørt í 2009, sigur Ingilín D. Strøm.



Higartil sær tað ikki út til, at landsstýrismaðurin fer at ganga ynskinum hjá Javnaðarflokkinum á møti. Seinast løgtingið samtykti ein veðurlagspolitikk um minking í útláti, øktist útlátið 25% í staðin fyri at minka 20%. Ein týðandi orsøk til miseydnaða veðurlagspolitikkin er, sambært Ingilín D. Strøm, manglandi lógargrundarlagið. Uttan binding við lóg er tað ov lætt hjá skiftandi landsstýrum at sleppa sær undan ábyrgdini.



Landsstýrismaðurin hevur sagt seg ikki vilja binda samgongur ov ógvusliga niður við eini lóg, men tað er júst tað, sum er neyðugt. Um vit gera ein veðurlagspolitikk, sum ikki er bindandi fyri skiftandi samgongur, so vísir tað, at vit ikki taka málið í álvara.



- Vil landsstýrið veruliga gera mun á veðurlagsøkinum, koma tey við einum lógaruppskoti ella einum lógarpakka eftir summarfrítíðina. Um ikki, havi eg ilt við at taka uppskotið fyri fult, tí tað vísir greitt, at vit einki hava lært frá 2009, staðfestir Ingilín D. Strøm.