Meðan Suðuroyartunnilin verður útsettur nærkast Sandoyartunnilin gjøgnumslagnum!

Fyrsta salvan av teimum higartil 7 av 10,8 kilometrum varð sprongd í Traðardali á Sandoynni 27. juni 2019.
Í dag hava okur 27. januar 2021, og eru umleið 2/3 av samlaðu longdini boraðir uppá 19 mðr.
Hóast nógvar vatnlekar gongur arbeiði við ferð, og væntandi verður Sandoyartunnilin liðugt boraður seint í heyst.

Men enn er ógreitt nær farið verður undir Suðuroyartunnilin

landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur nú ætlanina hjá landsstýrinum
verða broytta, soleiðis at peningur verður ikki settur av til
verkætlanina í 2024, men heldur í 2025. Sostatt er tað útsett til júst
eitt ár aftaná tað verður koyrandi millum Sandoynna og Streymoynna.
Við
øðrum orðum: Tá eru bæði tann roynda og dugnaliga manningin,
serkunnleikin (føroysk og útlendsk), og boriútgerðin í Sandoyartunlinum
farin aftur til verka á øðrum og líknandi prosjektum uttanlanda.

Okkurt av vallyftunum má og skal haldast
Meðan
játtanin til Suðuroyartunnilin verður útsett, so frætta okur frá
landsstýrismanninum við fíggjarmálum, at Fámjinstunnilin skal bjóðast út
í summar.
Og so seint sum í gjár samtykti Løgtingið eisini at hækka
játtanarkarmin til tunlarnar “Norður um Fjall” frá 252 mió. til 522 mió.
krónur. Ein príshækking á 270 mió. síðan 2009!
Og fyri at tað ikki
skal vera lygn, so er Fámjinstunnilin eisini dýrkaður 400-500% síðan
2007, tá Ístak Føroyar bjóðaði seg til at byggja hann fyri umleið 30
mió. kr.

Mong mugu nú undrast á hendan dagførda prísin, tí hvussu
kann tað gerast millum tvær til fimm ferðir dýrari í dag, í mun til
fyri nøkrum fáum árum síðan?
– Eru fjøllini og undirgrundin harðna ella linka ógvusligt hesa tíðina?
– Er lønin hjá arbeiðstakarunum farin ógvusligt upp við 100-500%?
– Eru krøvini til tunnilsgerð herd? Um so er, frá hvørjum til hvønn standard?

fyri at skera tað út í papp, so er her talan um eina upphædd á okkurt
um 350-400 milliónir krónur í meirkostnaðum. Umleið somu upphædd sum
skattgjaldarin veðheldir fyri í Eystur- og Sandoyartunlunum.
Útoyggja-flotin hjá Strandferðsluni kundi eisini verið so væl og
virðiliga endurnýggjaður fyri hendan meirkostnaðin! Og ongin sigst at
vita, hví so er?

Alt hetta meðan okur leggja okkara álit á eitt
undirfíggjað ferðamannaskip á leiðini um Suðuroyarfjørð. Ikki so mikið
sum eina eykajáttan á 5 mió. unnaðu teir Strandferðsluni.

Kosta hvat tað kosta vil – tí nú eru nøkur av vallyftunum á tunnilsfrontinum hjá samgonguni intakt.

Teir vildu einaferð binda seg í SALT!
Á
fólkafundinum í SALT fyri góðum hálvum-øðrum árið síðan var ongin ivi
hjá núsitandi landsstýrið viðvíkjandi Suðuroyartunlinum. Teir
kappbjóðaðu um nær tað skuldi gerast koyrandi til Suðuroynna. Jørgen
legði út við fyrsta boðnum og síðani navnin úr Vestmanna. Jenis stóð
ikki við hondum í lumma, tí hann hækkaði beinanvegin puljuna við eisini
at gera fleiri landtunlar áðrenn Suðuroyartunnilin.

Bárður Gunnarstein Nielsen