Lántøkan eigur ikki at óvart á

Tá núverandi andstø∂a, tey sum seinastu fýra árini sótu vi∂ valdinum í Klaksvíkar kommunu, í mi∂li undanfarna borgarstjóra - Nor∂lýsinum, leggja undirrita∂a undir at leggja fram ósannindi tíðindi fyri almenninginum, og skapa split og mistreysti, so eg koma vi∂ hesi vi∂merking.



Eg haldi ikki, at ta∂ kom óvart á býrá∂spolitikkarar, at tørvur var∂ at taka lán fyri at fíggja virksemið hjá kommununi vi∂ øllum tí virksemi sum er. At vit einans valdu at bi∂ja um heimild at lána 70 mill kemst av, at vi∂ gó∂um samskifti vi∂ arbei∂stakarar, hava flutt nøkur gjøld til 2022.



At borgarstjórin kom sníkandi vi∂ einum skjali á fíggjarnevndarfundi er eitt sindur ni∂ursetandi. Tá limur í figgjarnevndini spurdi, hvat láni∂ skuldi brukast til, deildi eg skjal út, har endursko∂a∂a fíggjarætlanin, vi∂ sáttmálum o.a. var ført í.



- Millum anna∂ hev∂i undanfarna býrá∂ onki sett av til útstykking á Fossum og ídnaðarøkið á Bor∂oyarvík, ella avsett naka∂ til at fáa skil á veghæddina í Biskupstorgi. Bara hesi trý nevndu geva eina upphædd omanfyri 80 mill.



Tá eg havi úttala meg um, at núverandi meirluti bert hevur fingi∂ okkurt smávegis ra∂fest í núverandi fíggjarætlan, so er ta∂ ikki langt av lei∂. Nógv tann størsti parturin av játtanum fyri 2021 eru antin undirskriva∂ir sáttmálar ella avtalur, sum undanfarna býrá∂ einmælt hevur samtykt.



At okkara fyrr so høgt virda lokalbla∂ nú er vor∂in ein plattur hjá undanfarnu býrá∂slei∂slu, har undanfarni borgarstjóri er eigari, leggi eg ikki so nógv í. Vit í núverandi lei∂slu royna at avrika, heldur enn at hugsa um popularitet.



Øll, sum eg fer∂ist ímillum, hava gott mót og síggja ljóst uppá framtí∂ina, og ta∂ skulu tey halda fram vi∂, tí Klaksvíkar kommuna erí gó∂um hondum.




Tá borgarstjórin og núverandi samgonga ver∂ur løgd undir at bera fram ósannindi fyri almenninginum, í samband vi∂ lántøkuna hjá Klaskvíkar kommunu, so undrar ta∂ okkum, at tey trý í andstø∂u ikki vita av, at ta∂ koma at mangla pengar í, um alt skuldi halda áfram ótarna.



Vit vilja hervi∂ kunna∂ tykkum, sum hvønn dag, alt døgni∂ og alt ári∂, bæ∂i á sjógvi og landi forvinna skattakrónur til felagskassan, um hvussu íløgukarmur og lán skulu brúkast í hesum ári.




Annars hevur núverandi meirluti avgreitt fleiri áhugaverd mál í hesi setuni, sum hava ligi∂ leingi á láni. Klaksvíkar Hermetik er endiliga komin uppá pláss. Hetta kemur at kosta kommununi einar 3.5 mill, tá bygningurin stendur li∂ugt umvaldur. Asfaltering runt spinnaríi∂. Eisini fáa vit ein nýggjan dagstovn til 60 børn eftir summarferiuna. Millum onnur mál kunnu nevnast setan av tveimum dagrøktarum, nýggjan bil til sløkkili∂i∂, nýggja maskinu til grótbroti∂, arbei∂a við at vaksa um Nor∂havnina og bátahylin í Ánafir∂i. Hetta er bara eitt brot úr rúgvuni, av neyðugum og góðum málum, sum vit arbei∂a vi∂.




Núverandi lei∂sla í Klaksvíkar kommunu ynskir sanniliga, at hava eitt gott samstarv vi∂ allar býrá∂slimir. Klaksvíkar kommuna er ein kommuna í rúkandi vøkstri og vit vilja sanniliga frambur∂ og at allir borgarar í kommununi føla seg sum ein part av heildini.

Karl Johansen,
borgarstjóri