Kommunuskúlin eigur at verða skúli aftur

Ein
stórur skúli í miðbýnum setur sín serliga dám á lívið í høvuðsstaðnum. Lívsglað
børn, lærarar og foreldur, sum eru tongd at Kommunuskúlanum eiga at sleppa inn
aftur í skúlan. Ein loysn eigur at verða funnin nú.



 



Eg taki fult undir við
forkvinnuni í mentanarnevndini, Helenu Dam á Neystbø, sum herfyri boðaði frá,
at hon heldur, at vit eiga at umvæla Kommunuskúlan og taka partar av honum í
nýtslu aftur skjótast gjørligt.



            Kommunuskúlin hevur í nógv ár verið við til at hildið lív
í miðbýnum. Hendan lívgandi mentanarborgin, sum hevur fyrireikað fleiri
ættarlið til vaksna lívið, er ein rótfestur kjarni mitt í høvuðsstaðnum, sum
eigur at sleppa at halda fram við sínum týdningarmikla virksemi – at ala upp og
fyrireika okkara børn til at stíga út í lívið.



            Lívsglaðu børnini í Komunuskúlanum eiga aftur í størri
mun at gerast partur av býarmyndini. Talið av skúlabørnum í miðbýnum minkaði
nógv, tá hægru flokkarnir í Kommunuskúlanum fluttu út á Argir, eftir at soppur
var staðfestur i gomlu bygningunum í miðbýnum.



Tað
ber til at umvæla bygningarnar, og lati okkum tí fáa gongd á hetta arbeiðið
skjótast gjørligt, so børn og foreldur aftur kunnu kenna seg trygg og fáa vissu
fyri, at teirra barn heldur fram í tí skúla, tað var innskrivað í. Málið hevur
hingið í leysum lofti í alt ov langa tíð.



Í
kjakinum um Kommunuskúlan hevur verið víst á, at ferðsluviðurskiftini kring
skúlan í miðbýnum eru ótrygg fyri børnini. Tað er púra rætt, at vit eiga at
skipa ferðsluna øðrvísi kring Kommunuskúlan, og hetta kann gerast sum partur av
eini heildarætlan fyri miðbýin, sum Kommunuskúlin eftir mínum tykki eisini
eigur at verða partur av. Børn ferðast ígjøgnum miðbýin hvønn einasta dag, og
her eiga vit sjálvandi at hava tryggleikan í hásæti alla tíðina.



Ferðslutrygdin
í miðbýnum er sum so eingin góð grundgeving í royndunum at broyta Kommunuskúlan
til íbúðarbygningar. Børn fara vónandi altíð at ferðast ígjøgnum býin, og tí er
trygdarspurningurin altíð eitt mál fyri seg, sama hvat virksemi annars er í
miðbýnum.



Lati
okkum venda aftur til góða, gamla Kommunuskúlan, sum við sínum mongu næmingum,
lærarum og foreldrum fær miðbýin at blóma.



 



 



Vinaliga heilsan



Bogi Andreasen, limur í
mentanarnevndini, 
Fólkaflokkurin