Kommunan fær átalur í hópatali


Kommunan fær átalur í hópatali !



Tað er næstan gerandiskostur, at Tórshavnar kommuna fær átalur frá Løgtingsins umboðsmanni, men hvussu kann tað bera til, at ei nki verður gjørt fyri at fáa tingini upp á pláss, so allar hesar átalurnar halda uppat?




Javnan er at hoyra, at nú hevur Løgtingsins umboðsmaður givið Tórshavnar kommunu átalu fyri ónøktandi avgreiðslur av málum, sum borgarin hevur søkt, spurt og biðið um. Hetta umfatar millum annað byggiloyvi, starvsfólkamál, barnaverndarmál, dagstovnaøkið, eldraøkið og teknisk mál.



Hetta kann ikki blíva við, so tí havi eg biðið um alment innlit í, hvussu nógvar átalur Tórshavnar kommuna hevur fingið frá Løgtingsins umboðmanni seinastu fýra árini. Eg havi sent kommununi hesar fýra spurningar:



1. Hvussu nógvar átalur hevur Tórhavnar kommuna fingið frá løgtingsins umboðsmanni seinastu fýra árini?



2. Hvørji øki í umsitingini umfata hesar átalur og hví eru tær givnar?



3. Hví koma slíkar átalur so ofta fyri hjá eini so stórari umsiting, sum tí hjá Tórhavnar býráð?



4. Hvat fyri broytingar í umsitingini hevur býráðið eftirfylgjandi gjørt, so at borgarin kann føla seg tryggan, tá ið hann vendir sær til býráðið?



Eg haldi, at borgarin eigur at fáa hetta at vita og at fáa kunning um arbeiðsháttir í gerandisdegnum í Tórshavnar kommunu. Uttan hesa mannagongd, at biðja um alment innlit, havi eg ikki atgongd til hesar upplýsingar, sjálvt um eg eri býráðslimur.



Tí mátti eg senda kommununi hesa umbøn, skuldi eg fáa svar.
Vónandi fái eg so eisini svar upp á spurningar mínar innan 10 dagar, sum ásetingarnar í sambandi við alment innlit siga.



Heðin Mortensen



Býráðslimur