Innibyrgdir hemarar á Argjum

Nú fara hemarar at svimja
í Sjósavninum. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Hetta
verður, sambært kommununi, “fyrstu ferð – og einasta stað í heiminum
– at hemari svimur í einum kari á landi.” Hurrá! Føroyar eru fyrsta staðið í
heiminum við hemarum í fangaskapi!



Tað verður ikki sagt,
hvussu nógvir hemarar skulu vera í karinum, men hesin eini, ið víst verður til,
skal svimja í 650 tonsum av sjógvi. Tíðindaskrivið nevnir “hemarar” í fleirtali,
so helst er ætlanin við fleiri.



Kommunan grundgevur ikki fyri,
hví hetta er eitt gott hugskot, men vit mugu ganga út frá, at einasta atlitið er
stuttleiki hjá okkum menniskju, og møguliga eisini peningaligur vinningur.
Hemari er stórsligin, áhugaverdur og fyri mong ræðandi eisini. Tað er
hugtakandi at síggja filmar um hávar, ongin ivi um tað.



Men hetta
stuttleikaatlitið hjá okkum má setast upp ímóti einum øðrum atliti: atlitið hjá
hemarunum at liva eitt frælst lív í sjónum, har teir hoyra heima. Eg eri á
ongan hátt nakar serfrøðingur í hávum, men eitt kar gjørt av bingjum sýnist ein
lítið upplagdur bústaður hjá einum stórum villinidjóri. Hemari hoyrir ikki heima
í einum kari, og tað verður ikki møguligt hjá honum at liva sum í náttúruni. Hemarin
fer ikki at kunna flyta seg frítt, veiða, para seg og hvat ein hemari vanliga
fær dagin at ganga við. Mett er, at hemari kann liva í mesta lagi í 30-40 ár í
Norðuratlantshavinum. Hugsið tykkum ein hemara í 30-40 ára fangaskapi í einum
kari á Argjum (!)



Vit mugu flyta okkum frá
at síggja djór sum stuttleikaamboð, sum skulu tryggja okkum eina góða løtu.
Hemararnir hava ikki biðið um at vera settir í eitt kar á Argjum fyri at selja
atgonguseðlar, og hava ongan møguleika at gera nakað við støðuna.



Vónandi verður ætlanin
slept og bingjurnar nýttar til okkurt annað, t.d. til uttandura
framsýningarhøli til list, ein rundan fótbóltsvøll ella umstøður at skatea í.



Tráin Petursson Nónklett