Hvørjum skulu vit liva av?

 

Henda spurning setti Jóhan Dahl í
vikuni. Ein sera aktuellur og tídningarmikil spurningur nú alt er
við at verða vent á høvdið, bæði so og so. Eitt avgerðandi
mál kom Jóhan Dahl ikki inn á, og var tað tey 17 ST-heimsmálini
til burðardygga menning, ið eru fortreyt fyri at tryggja at komandi
ættarlið hava nakað at liv av og fáa somu góðu umstøður og
møguleikar sum vit hava.
Vit hava sum er fiskivinnu og alivinnu
sum berandi grundarlag. Bæði eru illa fyri og kunnu fara fyri bakka
nær tað skal verða. Veðurlagsbroytingar og ovurstór dálking og
eitran av havumhvørvinum kan koma at verða mønustringur, um ikki
nakað miðvíst verða gjørt til at fyribyrgja øktari upphitan,
javnt sum høvini gerast meira súr, verða heitari og við lægri
súrevnisinnihaldi. Meira fekst vatn gevur lægri salinitet, ið við
nú síggja hevur álvarsaamt árin á t.d. springara og hval, og
onnur djór og gróður í høvunum sum heild.
Sild og makrelur
kan stinga av, føðin hjá toski og hýsu lækka, og eitrandi
algøvøkstur gera av við alivinnuna uppa eina viku. Hvat skulu vit
so liva av, Jóhan Dahl?
Eg sá einki uppskot og onga loysn í tí
lagt varð fram av Jóhan. Umrøtt varð at firðir og sund er pakkað
við alibúkum, og ikki er pláss fyri víðkan, og tí skulu vit
leggja alistøður út á opið hav.
Just her dettur Jóhan niður
millum bryggjukant og skipasíðu, og av fleiri orsøkum. Eitt er at
høvini eru álvarsamt hótt av dálking frá útlatum frá ídnaði
og landbúnaði, og sanniliga eisini frá alivinnuni.
Næst er
gongdin at aliframleiddur fiskur verður fluttur upp á land í
ovurstórar framleiðslueindir, og har sum keyparin býr. Tað verður
tí trupult at kappast orsaka eyðka flutningskostnaðir, næst at
keyparin verður meira og meira tilvitaður um vøran hevur eina
umhvørvisvinarliga og grøna vangamynd, og verðrur tí at velja frá
umhvørvisdálkandi vørur. Vit síggja hvussu økingin er í
vistfrøðiligum vørum og at krøv til burðardygga framleiðslu er
eitt aðalmál.
At flyta aliframleiðslu út á opið hav verður
sum steinur omaná byrðu, og ikki nakað sum kemur at tryggja ein
haldbara og trygga framtíð.
Fyri árum síðan var
eplaframleiðslan so stór at útflutt varð til Ísland. Neytini
vóru nógv í øllum landspørtum, og firðir og sund góvu altíð
besta fiskin...nær tað skuldi verða. Tilvitanin sæst millum tey
ungu....Moldmentan, sera gott frámerki, hvítarøtur úr Dímun,
smávegis krydd- og annað í heimaframleiðslu o.s.v. Vakstrarhús
høvdu vit áður, men eru tey horvin...har væl ber til at framleiða
frugt og grønmeti. Ferðavinnan kann geva nógv meira av sær...men
restar nógv í at fáa skil á lendisnýtslu og planlegging, har
lógavan er fullkomuliga afturúrsigld. Einasta land á norðari
hálvkúlu, ið ikki kann skipa ein tjóðargarð...National Park,
sigur nakað um hvar støðið liggur. Ísland hevur fleiri
atrraktiónir í altjóða góðkendari skipan hjá IUCN. Grønland
hevur ein ovurstóran National Park, Skotar inntil fleiri....og
soleiðis hava øll norðanlond væl skipaðar karmar til
lendisplanlegging og umsiting.



Fyri at koma aftur til spurningin hjá
Jóhan Dahl, er greitt at avbjóðingin fyri framtíðina er at
fyribyrgja veðurlagsbroytingar og leggja fossilu orkuna um til
varandi orkuveiting. Tað kostar pening...og tað í ólukkumát. Men
tøkniliga letur tað seg gera, og er tí einki at bíða
eftir...heldur tvørurímóti skal nakað setast í verk, og tað
skjótt eisini. Landsstýrið og Helgi Abrahamsen sova sín søta
svøvn og koma ikki upp úr sofuni. Orkukarmar til sethús og
bygningar verða ikki herdir, sum BK17 (Bygningskunngerðin) annars
sigur frá skuldi gerast í 2018. Og enki hendir sjálvt um slíkt
kann avgreiðast uppá 3 dagar við einari kunngerð. Tað kann
sigast at verða rættuliga átaluvert.



Battaríir koma ikki at føra nakað
skip á fiskileið, næst dálka battaríir illa í framleiðslu, og
skulu skiftast eftir nøkrum fáum árum. Men loysnin at flyta
orkuveiting fra fossilari orku til varandi orku er í eygsjón og
tøknin er komin so mikið langt, at spurningur bert er nær fyrsta
línuskipið kann skifta dieslmotorin út við ein EL-generator, ið
ikki fær ravmagnið frá einum battaríið, men brennikyknu.

Sum
fiskivinnutjóð hava vit einki annað val enn brennikyknur og vetni
- tí einki skip megnar 3 - 4 vikur, og meira enn tað, við
battaríum. Tí mugu og skulu vit gera nakað við fyrireikingar til
umlegging til vetnistøknina. Nógv varandi orka skal fáast til
høldar, og er her møguleikin við havvindmyllum hvør á 8-15MW.
Vestas hevur eina myllu á 8,3MW, og seta vit 100stk. upp á góðum
plássum kring oyggjarnar, kanska í smærri bólkum á 25- 30 stk,
kunnu 100myllur framleiða 3.735GWtímar um árið...góðar 10
ferðir okkara samlaðu elfremleiðslu.


1/3 av orkuni fæst aftur sum ravmagn
gjøgnum brennikyknur, ið svarar til umleið 1.000 GWtímar.
Leystligt umroknað til 85.000 tons av olju...ella tætt við tað
nøgd okkara fiskifloti brúkti í 2019.


Kostnaður fyri 1MW vindorku...uppsett
á landi er umleið 5.millkr. Ein mylla á 8,3MW sett út sum
havvindmylla kostar allarhelst meira pr. MW, so um vit siga
50.mill.kr. fyri eina myllu, verður kostnaðurin umleið 5
milliardir krónur fyri 100 myllur.


Slík ovurstór upphædd bara fyri
vindmyllurnar er umleið tað tveir Eysturoyartunnlar kosta. Verður
sama upphædd sett til elektrolysuskipanir og kompressiónstangar /
áfyllingarstøðir til skipini, nærkast vit tí upphædd ein
Suðuroyartunnil kostar.



Tí kann spurningur setast, um tað vit
skulu liva av – úr hjallinum á sjónum - ikki verður væl meira
skilagott fyrireikað við íløgu á 10.milliardir krónur til at
leggja um frá fossilu orkuni og til eginframleidda orku til okkara
fiskiflota, ið vit IKKI kunnu verða fyriuttan, heldur enn til ein
Suðuroyartunnil, ið vit ikki avgjørdan hava tørv á...tí næsti
Smyril verður el-rikin og við brennikyknum.


Farmaflutningur og millumlandasigling
kemur eisini at hava tørv á øðrum brennievni enn olju, og at
skula kunna bunkra her hjá okkum. Og eisini av tí orsøk verða vit
hálvan vegna tvungin til at fáa gond á umlegging til vetnistøknina
og við tí gera okkara til at forða áhaldandi veðurlagsbroytingum.
Har er eingin onnur leið, og soleiðis er og verður tað...óansæð
um vit vilja tað ella ikki.



Kári Thomsen