Hvørji duld hagtøl liggja undir gólvteppinum

Almannamálaráðið hevur sett eina kanning í verk um harðskap, har tað verður víst á likamligan harðskap, kynsligan harðskap og sálarligan harðskap.



Hetta er fyrsta kanning av sínum slag, og er henda kanning gjørd av ardursbólkinum 18-75 ár. Seinri í ár verður ein nýggj kanning gjørd, tá av støðuni hjá teimum, sum í dag eru børn og ung.



Tað er gleðiligt at síggja at Almannamálaráðið setur eina tílíka kanning í verk tá ongi tøl eru á hesum økinum. Hetta er eitt evni, sum er sera tabu, og neyðugt at varpa meira ljós á. Tað sum er mest gleðiligt við hesi kanning er, at henda kanning er viðvirkandi til at evni far meira umtalu. Ein umtala, sum somuleiðis verður viðvirkandi til at meira kann setast inn á hesum økinum, sum kann fyribyrgja og somuleiðis seta meira hjálp inn til tey, sum eru rakt. Sum landsstýriskvinnan í almannamálum eisini vísur á og gleðist yvir.



Vit samanbera okkum altíð við londini kring okkum, og vísa allar kanningar at vit ikki standa aftanfyri onnur lond, sum í so máta er gleðiligt at síggja, men tað sum hevði verið allarmest gleðiligt, var um vit kundu, brúkt hesar kanningar til at gera eitt enn betur arbeiði, soleiðis at vit vóru frammanfyri londini kring okkum. At vit blivu betur til at kenna eykennini á teimum ymsu trupulleikunum, soleiðis at vit vóru betur til at seta neyðugu hjálpina inn.



Um vit hugsa um hvussu nógv av teimum vaksnu í Føroym hava verði útfyri einum ella ørðum slagi av harðskapi, hvussu nógv børn munnu so verða dagliga útsett fyri onkrum slagi av harðskapi í dag?



Hvussu nógv børn hava roynt at sagt frá, men ongin hoyrir tey?



Tá børn verða útsett fyri harðskapi av onkrum slag, er tað sum oftast onkur í nærumhvørvinum, sum útførir harðskapin. Er barnið útsett fyri kynsligum ágangi, so er tíanverri vanliga hugsanin at foreldrini ikki hava ansa nóg væl eftir barninum. Ein hugsan, sum er heilt burtur við, og sum vísur hvussu lítið vit vita um hetta evni tá alt kemur til alt. Og aloftast er tað onkur, sum stendur familjuni nær, sum ger seg inn á barnið og er hetta viðvirkandi til at tað gert sera trupult hjá foreldrum at sígga at okkurt er, sum ikki ruggar rætt. Børn, sum eru útfyri kynsligum ágangi ella ørðum ágangi, taka skylduna á seg sjálvan, og goyma tað sum mansmorð, tí óttin fyllur alt. Børnini føla at tey hava gjørt okkurt galið. Tað er sera ymiskt frá barn til barn hvussu tey reagera og tí er eisini sera trupult at finna fram til hvat hesi børnini eru útsett fyri. Nógv at børnunum hava roynt at siga frá, men ongin hevur lurta ella dugur at lurta, og er tað eisini viðvirkandi til at hesi børn velja heldur at tiga.



Tá foreldur finna útav at teirra barn/børn eru útsett fyri ágangi, so taka foreldur skylduna á seg og hava tørv á hjálp við hesum, og hava als ikki tørv á at onnur fakfólk leggja skylduna á foreldrini, tá hetta einans er viðvirkandi til at samstavi blívur alt meira trupult. Nógv av hesum børnum/familjum koma eftirfylgjandi undir barnaverndartænastuna, tá barnaverndartænastan er einasta tænasta fólk kenna til, sum kann veita hjálp.



Hava vit røttu førleikanar á økinum?



Tað hevði verði áhugavert at fingið eina kanning av hvussu nógv av barnaverndarmálum eru orsakað av ágangi av onkrum slag, sum bæði vísur á, um ágangurin er útinntur av foreldrum ella øðrum, og hvussu hesi mál verða handfarin av barnaverndartænastuni, men tað kann vera hetta kemur við í næstu kannig, sum skal gerast av dagsins børnum og ungum.



Tað sum er mest áhugavert við hesari kanning, er at hon er gjørd vegna manglandi hagtøl, og kann tað tí hugsast at fleiri kanningar verða settar í verk á ymsu økjunum har tað vanta hagtøl.



-Familjuhjálpin