Hvør stemma telur

 Í morgin skulu vit
øll á val  at velja tey, ið skulu umboða
okkum í Býráðið komandi 4 árini.



Ivast tit hvønn tit skulu velja, so kunnu tit lesa um nøkur
av mínum málum her.



 Eg eri 34 ára gamal,
eri føddur og uppvaksin í Tórshavn. Eg eri trúlovaður Lauru Dam Joensen av
Argjum og saman hava vit tvey fantastisk børn, Mira, ið er sjey ár og Louis, ið
verður eitt ár í desember.



 Eg ætli mær millum
annað at arbeiða fyri:                           



• At nógv fleiri grundstykkir vera tøk. Kommunan eigur
komandi fýra árini at gera í øllum førum 500 grundstykkir til sethús, umframt
at seta ferð á ætlanina við Stórutjørn, har lunnar skulu leggjast undir einar
2000 búeindir komandi fýra árini.



• At kommunan verður rikin fíggjarliga skynsamt. Hetta
merkir millum annað, at skattalætti verður givin, um meira kemur inn enn
væntað.



• At avbjóðingarnar við parkering vera loystar, millum annað
við parkeringstunlum á Skálatrøð og við Kongabrúnna.



 • At avbjóðingarnar
við innkomuvegnum og ferðslutrýstinum inn í Tórshavn verður loyst.



• At dagstovnaøkið verður meira fjøltáttað, soleiðis at tey,
ið arbeiða skeivar tíðir kunnu fáa børn síni ansaði. Eisini skal møguleiki vera
fyri at fáa síni børn ansaði hálva tíð, ella at foreldur sjálvi kunnu fáa
peningin fyri barnaansingina og ansa egnum børnum.



 • At borgarar vera
tryggjaðir at fáa svar uppá byggiloyvir til sethús innan seks vikur.



• At kommunan skal betra um sína tænastu mótvegis borgarum.
Ætlandi skal nøgdsemi hjá borgarunum mótvegis kommununi kannast javnan, og
broytingar skulu gerast har tørvur er á tí.



 • At farið verður
undir eitt miðvíst arbeiði at tryggja grót úr komandi tunnilsverkætlanum, til
at gera eitt stórt vinnuøki við Gomlurætt.



• At fleiri vinnuøkir vera fingin til vega, umframt at
ætlanin í brekkuni í Hoyvík verður endurskoðað soleiðis, at vinnulívið á
staðnum fær møguleika at víðka um sítt virksemi.



• At eitt borgarakort verður gjørt til skattaborgarar í
Tórshavn, ið kann nýtast til at m.a. bussleiðina, soleiðis at ferðafólk ikki
koyra ókeypis við býarbussunum.



• At eitt innandura spæliland verður gjørt til
barnafamiljur.



Vónandi eru tað fleiri, ið taka undir við hesum, og seta sín
kross við lista A á kommunuvalinum í morgin.



Rói B. Poulsen Valevni fyri Fólkaflokkin til kommunuvalið í
Tórshavn.