Hví eri eg eitt gott umboð á Fólkatingi?


Tí eg fari at arbeiða fyri






Stutt um meg:



Eg búgvi í Syðrugøtu, havi sjeik og eitt barn, eri útbúgving cand.merc. í altjóða vinnulívsbúskapi og politikki og starvist sum hagfrøðingur á Hagstovu Føroya.



Eg havi fyrr arbeitt á Fólkatingi. Hetta var síðsta árið av mínum lesnaði, tá eg arbeiddi á kontórinum hjá Sjúrði Skaale, so eg kenni hóast alt til fólkatingsarbeiði, og hvat tað krevur.







Íløgur í heilsu



Javnaðarflokkurin hevur virkað fyri, at seinastu tvey valskeiðini eru 13 mió. kr. farnar til FarGen verkætlanins, og vit ætla framvegis at kanna møguleikar fyri at útlendskir íleggjarar kunnu seta pengar í FarGen og føroyska heilsugransking, eins og vit hava við Novo Nordisk Grunninum.




Novo Nordisk Grunnurin hevur verið í Føroyum við tilboði um, at Føroyar – eins Grønland og fimm regiónir í Danmark – kunnu fáa munandi íløgur í diabetesviðgerð og fyribyrging. Harafturat er grunnurin sinnaður at hyggja nærri at eini kombineraðari ílegu- og heilsukanning í Føroyum – FarGen Health. Hetta eru íløgur fyri nógvar milliónir, ið kundu gjørt stóran mun í diabetes-, ílegu- og heilsugransking í Føroyum.




Um eitt komandi føroyskt landsstýri er sinnað til tess, vilja vit samstarva um, at tær íløgur, sum Novo Nordisk Grunnurin hevur boðið sær at gera í føroyska diabetes-viðgerð, fyribyrging og gransking, verða framdar í verki.





CPR-nummar og NemID



Javnaðarflokkurin hevur miðvíst arbeitt við at loysa teir trupulleikar, sum standast av at nógvir føroyingar ikki hava CPR-nummar ella NemID. Nógvir føroyingar, ið eru fluttir niður at lesa, kenna serliga trupulleikan við, at ein kann ikki søkja SU, fyrr enn ein hevur fingið CPR-nummar, og ein kann ikki fáa eitt CPR-nummar ella danskt NemID, fyrr enn ein er fluttur niður. Nakrir av trupulleikunum við, at tað tekur so langa tíð at fáa danskt CPR-nummar eru:





Ein loysn liggur nú klár, sum ger tað møguligt at bíleggja og fáa CPR nummar og NemID umvegis eina skrivstovu í Føroyum. Forarbeiðið er gjørt av Javnaðarflokkinum og donsku stjórnini við stuðli frá løgmanni. Uppskotið bleiv so lagt fyri landsstýriskvinnuna í innlendismálum, men hon valdi ikki at fara víðari við málinum.




Um ein komandi føroysk stjórn er sinnað til tess, fara vit at virka fyri, at tað verður lættari hjá føroyingum, sum hava tørv á tí, at fáa CPR-nummar og NemID.





Persónsmál



Nógvar forðingar eru hjá teimum, sum flyta millum Føroyar og Danmark.



Javnaðarflokkurin vil altíð arbeiða fyri, at føroyingar ikki koma tvørt fyri í donskum skipanum og geva ta vegleiðing, ið vit kunnu.




Tað hevur stóran týdning at brúka fólkatingssessin, tá man hevur hann. Og í Javnaðarflokkinum leggja vit okkum eftir ítøkiligum úrslitum, ið kunnu gera gerandisdagin hjá føroyingum lættari. Við Fólkatingssessinum fáa vit fylgt við og eru á staðnum. Vit kunnu taka dømið, tá ein føroysk kvinna, ið júst var flutt niður við tveimum børnum, setti seg í samband við Javnaðarflokkin á Fólkatingi í 2012. Tá var sonevnda optjeningsprinsippið sett í verk, ið av óvart ásetti, at føroyingar og grønlendarar, ið fluttu til Danmarkar, vórðu sæddir sum tilflytarar og tí ikki høvdu rætt til ymsar sosialar veitingar í Danmark. Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørdi donsku stjórnina varuga við feilin og danska stjórnin broytti lógina við optjeningsprisippinum til at allir danskir ríkisborgarar fingu atgongd til sosialu veitingarnar, tá teir fluttu til Danmarkar.





Umhvørvið



Umhvørvið er eitt av mínum hjartamálum, og dálking er ein altjóða umhvørvistrupulleiki, ið heimurin bara kann loysa tvørtur um landamørk. Men vit kunnu sanniliga eisini gera okkara fyri at minka um dálking í gerandisdegnum.




Tað er av alstórum týdningi, at vit politikarar eru við til at slóða fyri og ganga á odda við at skifta til grøna orku og hugsa okkum um í gerandisdegnum. Eg royni sjálv at gera mítt fyri at betra um umhvørvið. Í samband við at vit hava júst bygt hús valdu vit at fáa okkum jarðhita í húsini, og tá vit skuldu hava nýggjan bil fyri einum ári síðani valdu vit at fáa okkum ein el-bil, ið eg koyri ímillum Gøtu og Argir við hvønn dag til arbeiðis.




Rusk hoyrir heldur ikki heima í náttúruni. Sjálvt um man ikki sær líka nógv rusk liggja og sløðast í náttúruni í dag sum fyri nøkrum árum síðani, so sær man tíverri enn alt ov nógvar sigarettstubbar liggja og sløðast. Flestu roykjarir kenna tað - mann er til fótbóltsdyst, á stevnu ella festivali og har er ongin skrellispann at blaka stubban í, so hann fer bara beint á vegin. Tað vil eg broyta!




Tí havi eg keypt 400 stubbaskjáttur, ið eg eri byrjað at deila út millum fólk. Her er video um, hvussu stubbaskjáttan sær út og hvussu hon virkar: https://www.youtube.com/watch?v=qwbcMGGHUQE&t=1s




So um tú kundi hugsað tær eina slíka, so ert tú vælkomin at fylgja við á síðuni hjá mær á Facebook, har eg fari at boða frá, hvar eg eri og deili út.




Vel umhvørvið!



Vel fleiri úrslit!





Marita Klein Joensen, valevni Javnaðarfloksins