Hvat lærdu vit týsdagin?


Tað eru flokkar á Tingi, sum ongantíð koma at góðtaka at orðið ella hugtakið “samkynd” verður staðfest við lóg.



Tað er akkurat hetta sum er stóri tvisturin, ið fær samgongur í knæ, setur kílar ímillum samfelagsbólkar og spjaðir tjóðina í hesum máli, ið faktiskt kundi verið so lætt at loyst permanent.



Hesa støðu, ið partar av politisku skipanini hava, má man góðtaka og respektera, ella verður aldrin friður um hetta mál og tað koma at ganga áratíggju áðrenn allir borgarar landsins verða eins fyri lógini.



Tí, hví skal ein kynsligur samleiki verða nevndur positivt í einum lógarteksti og ikki ein annar?



Vit menniskju eru so ymisk. Summi eru drigin at hinum kyninum, summi at sama kyni, summi at báðum kynum, og summi ikki at nøkrum. Skulu vit nú fara inní lógina um Barsilsgrunnin at favorisera ein av hesum bólkum? Nei, tað skulu vit als ikki, tað fáa vit aldrin konsensus um.



Summir politikarar halda, at minnilutasamgongur eru loysnin. Tað kann bara verða vantandi politiskt hegni og politiskt atgerðarloysi sum førir til at minnilutasamgongur eru loysnin.



Vit skulu, og hava skyldu til, at geva øllum borgarum landsins somu kor at liva og virka undir í samfelagnum. Øllum somlum uttan undantak, bæði samkyndum, hinskyndum, blindum, deyvum og hvør annar ymiskleiki bindur okkum saman sum tjóð.



Lykilin til hetta sjálvsama lás, kom undan kavi týsdagin.



Vit skulu lóggeva generelt, uttan at favorisera onkran framum ein annan. Tá fáa vit breiðar semjur, tí tað vilja øll á Tingi.



Andstøðuuppskotið hevði givið samkyndum ein serligan status í lógini um Barsilsgrunn ella faktiskt bara einum heilt lítlum parti av samkyndum, tí eisini tey eru ymisk. Uppskotið varð eitt makkverk, og tí bleiv tað sjálvandi felt. Men hóast makkverk og hóast felt, setir tað tankar í gongd og letur upp fyri møguleikum.



Samkynd vilja neyvan hava serlig rættindi her á landi, men somu rættindi sum øll onnur. Tí skulu tey í lógum ikki positivt orðast framum nakran annan, men orðingarnar í lógum skulu verða soleiðis, at tey sum øll onnur eisini eru fevnd av orðingunum.



Tað varð gott at andstøðuuppskotið varð felt, tí tað er ikki rættur vegur at ganga, í hvørji einastu lóg í landinum at eyðmerkja øll okkara sermerki sum menniskju.



Samgongan setti saman eitt uppskot sum hevði sama virknað ella faktiskt fevndi breiðari enn andstøðuuppskotið, men serliga støðan gjørdi at eisini hetta varð felt. Helst grundað á mótstøðuna at peningurin skuldi fylgja barninum.



Lykilin er komin undan kavi týsdagin, og tað er samgongan sum ræður fyri borgum.



Tí skal tað verða mín áheitan á Løgmann og avvarandi landsstýrisfólk um at koma við teimum broytingum sum neyðugar eru, so at allir borgarar landsins kenna seg aftur í teimum skipanum sum øll betala inn í.





Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin