HEYGUM AIRPORT heldur enn Vágar Airport

Navnið á einum altjóða flogvølli hevur eitt sera stórt “signal” virði og sigur navnið nakað um viðkomandi land og um úrmælingar í hesum londum sum hava skarað framúr og verið teirra Tjóð at frama.



Eg kann nevna sum dømir : John Lennon Airport i Liverpool, JFK í New York, Ronald Reagan airport í Washington, George Best airport i Belfast, Charles De Gaulle i Paris, Tesla airport i Budapest, Louis Armstrong airport i New Orleans, Marco Polo airport i Venedig, John Wayne airport i Californien, Rajiv Ghandi airport Hyderabad, Mozart airport i Salsburg, Bill and Hillary Clinton airport Little Rock, Jomo Kenyatta airport i Kenya og mangir afturat !



Okkara Tjóð hevur altíð fostrað kreativ fólk. Ein av teim stórstu íverksetaranum og millum mest visionert huxandi man hava verið Ólavur á Heygum í Vestmanna. Hansara arbeiði innan fyri el og telefoni hevur lagt støði undir stovnarnar SEV og FØROYA TELE, stovnar sum i dag eru álitini undir okkara samfelag. Tað er at fegnast um at hansara næstrafólk í hesum døgum reisa teirra úrmælingi eina standmynd í Vestmanna, men eg haldi vit skulu huxa størri !



SEV og Føroyar hava stórar grønar ambitiónir og við Føroya Tele hava vit ídag eitt av heimsins bestu fjarskiftis sambondum, alt visióninum hjá Ólavi at takka !



Mær tykist at vit skulu broyta navnið Vágar Airport til HEYGUM AIRPORT




Johan Mortensen