Heimafriður!


Heimafriður – ein mannarættur!



Vit mugu staðfesta, at larmandi virkisøki tætt at íbúðarøki, ger seg inn á lívsdygdina hjá fólki, og í ávísum føri ger tað óliviligt.



Tórshavnar kommuna hevur samtykt eina smávegis loysn, sum bøtir nakað um larmin frá skipum.



Men enn er nakað/ langt á mál.



Kommunan má ásanna avbjóðingina, seta neyðugar treytir og karmar.



Neyðugt er við mannagongdum, so at vinnan ikki órógvar tey, sum búgva nærhendis.



Eisini krevjast íløgur í landstreyms-skipanir, sum, sambært ‘Grønu leiðini’ hjá Tórshavnar kommunu, minka um útláti í bygdum øki.



Viðurskiftini eiga at verða umrøddi í samgonguskjali og á skrá beinanvegin, eins og Heimafriður, Vinnunevnd og umsiting í Tórhavnar kommunu, eiga at arbeiða við loysnum.



Bergun Kass, býráðslimur og valevni hjá Framsókn.