Hagtøl sum almennu Føroyar ikki tora kennast við

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í fleiri umførðum ført fram at vit standa ikki aftanfyri londini kring okkum tá talan er um umsorganaryvirtøkur. Tølini vísa at vit eru á sama støði, sum londini kring okkum, og landsstýriskvinnan hevur fult álit á skipanini. Landsstýriskvinnan vil verða við at allar fyribyrgjandi fyriskipanir verða settar í verk áðrenn ein umsorganaryvirtøka verður framd.

Landsstýriskvinnan í almannamálum vil eisini verða við at almannamálaráðið er ein kærumynduleiki, men tó so upplýsir landsstýriskvinnan ikki at almannamálaráðið avvísir allar flestu sakir við tí grundgeving at almannamálaráðið ikki fer inn í einstøk mál. Er almannamálaráðið so ein kærumynduleiki?

12 mai 2021 skrivar Berlingske hendan artikulin Efter systematisk svigt og uretmaessig tvangsfjernelse af born Her skrivar Berlingske at Frederiksberg kommune biður orsakað til 363 familjur, vegna viðgerðar feilir. Okkara kæri vinur Google sigur at tað búgva 103.677 fólk á Frederiksberg, tað er nærum tað dupulta av Føroyum. Tað kundi verði freistandi at sagt at hetta bendir á at vít í Føroyum hava 181 barnaverndarmál, sum eru feil viðgjørd.

Tó at fólkatalið á Frederiksberg er nærum tað dupulta av Føroyum, vísa tølini at umsorganaryvirtikin børn eru á leið tað sama. 122 børn í Frederiksberg kommune mótir 120 børn í Føroyum. Anbringelsesstatistik pr 1 januar 2020

Seta vit so nokk av fyribyrgjandi fyriskipanum í verk?

Eru familjurnar verri fyri í Føroyum?

Artiklanir niðanfyri vísa á kanningar arbeiði, sum bleiv sett í verk av Frederiksberg kommunu.

Politikere har netop faet kendskab til sagsbehandlingsfejl. Direktor fritaget tjeneste

Sagsfremstilling af magistratens møde den 11. november 2019

Kanning gjørd av konsulentfirmaet BDO

Intern analyse status familieafdelingens sager oktober 2019

Vit undrast á um tølini munnu vera tey somu í Føroyum. Eftir hvat hagtølini sigur, so eru tølini nakað tað sama, og tað er ræðandi at hugsa sær.

Vit vóna at tølini eru øðrvísi í Føroyum, og at tað eru bert heilt fá mál, sum eru feil viðgjørd. Hetta kemur einans fram í ljósið, um ein kanningar bólkur verður settur. Okkara vón er at hetta kanningararbeiði verður gjørt skjótast gjørligt, so at møguligir feilir kunnu rættast fyri at børnini skulu líða minst møguligt. Hetta er eitt kanningararbeiði, sum er hart tiltrongt og átti at hava verði sett í verk fyri fleiri árum síðani.

-Familjuhjálpin