Ger hann sítt arbeiði, verður hann húðflongdur.

Kritikkurin av koppsetingarmálinum í kringvarpinum stendur ikki í mát við “feilirnar”. Gamaní gjørdist samrøðan við Margit Stóra í Degi og Viku í so long. Har kom lítið nýtt fram í málinum. Tað bleiv tí bara ein eygleiðing av, um nú Margit Stóra fór at klára at halda sær, ella siga “forh... John, blív ikki við...!!!” Men hon kláraði tað. Væl. Passaliga monoton og eyðmjúk. Og so er hon av eini hvørji orsøk eisini álitisvekjandi, hóast hon stendur har í eitt korter og viðgongur feilir.

Men, tá ið tað er sagt, so gjørdi John Johannessen bara sítt arbeiði. Hann var kritiskur. Setti myndugleikunum/leiðsluni á Landssjúkrahúsinum kritiskar spurningar. Hann hevur latið tey røttu svara fyri seg; enntá í so ríkiligt mát, at tey eru við at gerast pínslaváttar, - í øllum førum um facebook er eftirfarandi sum umboðandi meiningarnar hjá fólki. Hetta síðsta man tó ivast í. Tað er jú onki “such as public opinion, there is only the publiched opinion”, hevur onkur so væl sagt.
Landsstýrismaðurin fekk eisini høvi at svara fyri seg, men takkaði nei. Tí, sum hann skrivar á fb, so vil hann ikki “verða statistur í einari pallseting av KVF av vaksinuætlanini, úrslitið er givið frammanundan”. Hetta skrivar hann hóast hann, sum ábyrgdarhavari í landsstýrinum, krevur av Føroya fólki, at hesi skulu rinda einar 80 mió til kringvarpið; - primert fyri, at kringvarpið skal kunna upplýsa og seta kritiskar spurningar fyrst og fremst til makthavararnar.
Orsøkin til hesa raðfesting av okkara 80 mió kr, er so vit kunnu liva í einum fólkaræði, har fólkið skal verða upplýst og betur ført fyri at taka støðu til, hvat er rætt og skeivt. Úrslitið er netupp ikki givið frammanundan. Gamaní, var Kvf ógvuliga kritiskt móti Lsh, men sympatiin á hesum sosiala miðli liggur altso til fyrimuns fyri Lsh.
Um Kvf fyri sínar 80 mió kr ikki sleppur at seta fremstu politikkarum spurningar til mál, sum hesir varða av, so er okkurt galið. At politikarar, sum annars liva av fjølmiðlaumrøðu, ikki vilja møta upp til eina samrøðu, gevur altíð orsøk til mistanka. At hesir somu, heldur velja facebook sum sín pall, ger ikki mistankan minni. Á facebook kann álop ótarnað vera besta verja, uttan so mikið sum ein kritiskan spurning frá einum journalisti. Tað er væl sloppið um ikki so professionelt. Tá ið tað er sagt, so haldi eg, at tað er fínt, at politikkarar eru á facebook. Men teir eiga eisini so at siga altíð at møta upp til eina samrøðu í almenna kringvarpinum, tá ið boð eru eftir teimum!
Fjølmiðlafólk eiga jú fyrst og fremst at halda eyga við, um myndugleikar og aðrir ábyrgdarhavarar í landinum gera tað, sum tey skulu; um hesi halda lógir og reglur, og um tey halda seg innanfyri rímilig etisk mørk og normar.
Um John og hini IKKI høvdu sett sjóneykuna á koppsetingarmálið á Lsh, so vistu vit onki, og so er ivasamt um nakað hevði verið broytt hesum viðvíkjandi. Nú vita vit, hvat gekk fyri seg, kunngerðin fer at verða broytt. Mannagongdirnar fara at verða tillagaðar osfr.
Hví? Tí journalistar, sum verða húðflongdir á facebook, hava gjørt sítt arbeiði.
Annita á Fríðriksmørk