Frá ólukkuskansum til frælsi!

Tað skerst ikki burtur, at bústaðarkostnaðurin er størsti vansin í Havnini í dag, her er vorðið alt ov dýrt at búgva. Orsøkin er, at flestu bústaðir finnast í dýrum sethúsum.



Viðvíkjandi bústaðarspurningum hevur kommunan einamest lagt seg eftir at gera útstykkingar til sethúsabygging. Hetta hevur altíð verið serføroyski búhátturin - og langt frá tann bíligasti. Nógvu útstykkingarnar hava skapað stórar, deydligar býarpartar við stórum sethúsum við ólukkuligum menniskjum, sum illa nokk megna at rinda fyri hesi vælsignaðu húsini. Útstykkingarnar hava eisini kravt óneyðuga nógv pláss í mun til, hvussu nógvum fólkum tær kunnu hýsa og hava samstundis gjørt stór inntriv í føroysku náttúruna. Er hetta vegurin fram?

Ístadin fyri hetta kann kommunan byggja størri hús í fleiri hæddum við fleiri íbúðum í fleiri ymsum støddum, bæði til leigu og til keyps - og kanska eisini við lutaíbúðum. Hesi hús kunnu skapa grundarlag fyri einum ríkum felagslívi við felags uttandura øki, felags spæliplássi til børn, felagshølum til veitslur, felags matarskipan og mongum øðrum felags tiltøkum. Í hesum sambandi kann eisini arbeiðast við orkusparandi tiltøkum so sum jarðhita, sólorku, vindorku og øðrum - so bæði umhvørvið og tín pengapungur fáa tað betri.

Sjálvandi skulu fólk sjálv sleppa at avgera hvussu tey vilja seta búgv - men vit mugu burtur frá hesi gomlu siðvenjuni, at fólk forskansa seg í sethúsum og brúka alt sítt lív til at rinda dýr bankalán - tað kann jú ikki vera meiningin við lívinum. At búgva skal vera lætt og ódýrt. Tað skal vera ein fyrimunur at búgva í Tórshavnar Kommunu - bæði trivnaðarliga og fíggjarliga. Og tað skal vera ein fyrimunur at seta búgv í Tórshavnar Kommunu.

X betri bústaðir, X lægri kostnaðarstøði, X Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari


Vitja mína facebook síðu her: http://www.facebook.com/LeivurThomsenValevniFyriTjodveldi?ref=hl