Fossdalsgjógv - grov vandalisma

Tórshavnar
Kommuna

Vaglið
1
FO100
Tórshavn

Mótmæli
til uppskot til serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr.nr.
803F, Tórshavn


Til
uppskot frá Tórshavanar kommunu til broyting til býarskipan við
serstakari byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, vil undirritaði við
hesum loyva sær at mótmæla ætlaðu broyting og serstøku
byggisamtykt.


Í
endamálsorðingini §2 verður greitt frá, at tað eftir ætlanini
skal skipast matstova og gisting í økinum. Økið lagt verður út
skal skipast til ymsik endamál, m.a. matstovu, djórahald, mat
framleiðslu og tílíkt, ið alt skal skipast í býlingum. Smáttur
til gisting skulu skipast í eindum á 1 – 2 í lendinum fram við
gøtu, sum greitt verður frá um nýtslu av økinum.
Ætlandi
skal matstova byggjast tætt upp til og partvís út yvir
Fossdalsgjógv.



Viðmerkingar til
uppskot til serstøku byggisamtykt:


Sum
heild kann fyrst sigast at tað er rættuliga óhoyrt at slík ætlan
verður skipað í fríðari náttúru har eingin bygging er
frammanundan, annað enn tað sum hoyrir landbúnaði til.
Gisting
og matstovuvinna verður vanligt skipað í bygdum øki, inni í
býarkjarnu ella krigum har góð viðurskifti eru til infrakervi,
parkering og aðrar tænastur, ið hoyra ferðavinnuni til.

Ferðavinnan
er partvís gisting og matstovuvinna, søvn og listaskálar,
frítíðartilboð sum svimjihallir og ítróttarhallir, bátapláss
til útferðir og annað.

Ferðavinnan
hevur tidningarmiklu vøruna, ið er sereyðkennið fyri Føroyar, og
er tað óspilta náttú-ran. Tað kann tí sigast at
ferðavinnufyritøkan, ið hevur ynski at staðseta seg við tilboðum
til gisting og matstovu v.m. í økinum við Fossdalsgjógv, og enntá
í gjónni, hevur misskilt sína uppgávu at reka synsama og
burðardygga ferðavinnu og gagnnýtslu av tí vøru boðin verður
ferðamanninum og vitjandi.
Fossdalsgjógv og alt økið við
Kirkjubø, Velbastað og víðari norður er útsýnispláss til
ferðandi í landinum. Her er Koltur stór attraktión og ikki at
tala um Fossdalsgjógv, ið er heilt serstakt náttúrufyribrygdið í
økinum.



Vit
hava Løgtingslóg um náttúrufriðing nr. 48 frá 1970, við seinri
broyting við løgtingslóg nr. 110 frá 29.juni 1995, og verður her
í 1 parti §1 um náturuvernd sagt frá:

”Øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í natúruni, einki
gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónáðir hjá øðrum.”

Og §
2. í lógini sigur soleiðis: ”Uttangarðs er ikki lovt at byggja
hús, búðir, skúr ella a.l. uttan loyvi frá friðingarnevndini.
Undantiknir eru tó smærri bygningar, sum eftir gomlum siði vanliga
hava verið bygdir uttangarðs í samband við landbúnaðin, tá ið
teir ikki skemma natúruna.”

Nátúruvernd
og tryggjan av óspiltari og órørdari náttúru sær við ætlaðu
serstøku byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, at hava rokki tí røkkast
kann í vandalismu og vanvirðing fyri føroysku tjóina. Tað sum er
dygdar søluvøran í óspiltari náttúru, og sum ferðamaðurin
ynskir og tráar eftir at uppliva, skal við ætlanini gagnnýtast
til gisting og matstovu.


Í
førum kann spyrjast um ferðavinnan fullkomuliga hevur misskilt sína
uppgávu.


Náttúrvernd
og nátúrufriðing hevur enn sera lága raðfesting. Enn eru einans
trí øki friððað samb. Nátúrufriðingarlógini, og óansæð
verða hesar friðingar lítið virdar. Við Fjallavatn og velduga
óspilta náttúru vestur í hav við Víkar megnaði alivinnan at
fáa lagt út ein ovurstóran aliring. Og sama hendi við Mølheyggjar
á Sandi har næmasti granni eisini bleiv aliringar.
Vøtnini
við Leynar eru enn rímiliga vard móti ágangi, men opinbart kann
roknast við øllum tá peningaáhugamál stinga seg upp.


National Park og
Natural Monuments

Einasta
av norðurlondum og londum á norðari helvt av klótuni, ið ikki
megnar at skipa sær eina smb. IUCN (International Union for
Conservation of Nature) altjóða góðkenda tjóarlund, ein National
Park, í næst hægsta klassingarstiga, eru Føroyar. Grannalond
okkara, Svøríki, Finland, Noreg, Skotland, Danmark og Ísland hava
øll inntil fleiri altjóða góðkendar tjóarlundir. Sjálvt
brøðrahjálandið Grønland hevur megnað at friðað 1/4 part av
landinum í norur-eystara parti og undir krøvunum hjá IUCN.


Verður
hugt eftir hvussu íslendingar skipa og tryggja sína villini náttúru
og náttúrufyribrygdir, serstøk lendisfyribrygdi, vøtn, gil, áir
og fossarr, og søgulig støð, er fyrimyndarliga væl lagt
tilrætt-is. Tríggjar National Parks hava teir á listanum hjá IUCN
t.d. Thingvellir og Vatnajøkul, og eina røð av smærri og størri
órørdum náttúrufyribrigdum. Hesi klassa íslendingar sum National
Monuments, ið eisini kunnu verða megnar bygningsverk. Dømi kann
nevnast sum Gullfoss, Bláa Lónin, Geysir, Hvítserkur, Myvatn,
Dettifossur, Hverfjall og Hengifossur.



Eingin
planleggingarlóggáva


Eyðsýnt
er, og sami afturvendandi trupulleikin, at Føroyar ikki hava ein lóg
um lendisskipan. Einasta planleggingarlóggáva er útjaglaða
Býarskipanarlógin frá 1954, ið kann brúkast næstan sum best ber
til. Onnur lond við væl skipaðari lendislóggávu hava ovast lóg
um landsplanlegging, næst lóg um økisplanleggin, næst lóg um
kommunuplanlegging, og niðast lóg um lokalplanlegging.
Eitt væl
skipað planleggingarstig, ið m.a. kann tryggja at kommunalir
politikkarar á Løgtingi, ikki hava møguleika fyri rossahandlum og
barddøgum um hvar miðnámsskúlin skal byggjast, hvar brandskúlin
skal staðsetast ella kokkaskúlin, ella hvar vindmillulundir frægast
verða staðsettar, hvar og hvørji nátúruøki skulu tryggjast móti
privatum peningaáhugamálum o.s.v.



Fordømi
og precedens


Við
serstøku byggisamtyktini til bygging og innrætting av gisting og
matstovu í Fossdalsgjógv, kann heilt stór ólukkan henda,
nevniliga at tað við ætlanini, verður hon góðkend av
Yvirfriðingarnevndini, vil skapa precedens fyri øðrum líknandi og
illa umhugsaðum verkætlanum.


Versta
scenariið verður at just serstøk, órørd og óspilt náttúruøki
enda sum deplar til peningasterkar fyritøkur, ið vilja vísa seg at
taka teppið / dýrabaru søluvøruna undan sær sjálvum.

Hvat
tá er rokkið er ikki gott at siga, men Fossdalsgjógv sum
náttúrudýrgripur er tá farin og kemur ikki aftur.

Eg
skal tí mæla til, at Tórhavnar Kommuna tekur serstøku
byggisamtyktina um bygging í Fossdalsgjógv aftur, og gevur
byggiharranum boðini, at føroysk órørd náttúra á hesum stað
ikki er hóskandi til bygging, men væl nýtilig at vísa fram fyri
áhugaðum ferðafólkum og føroyingum.



Kári
Thomsen