Føroyar-Hetland tur/retur

Nú er besti møguleiki okkara at lata upp aftur farleiðina til Hetlands. Nú kunnu føroyingar bera aftur ein part av stoltleikanum! Hetland stuðlaði okkum, lat okkum nú njóta Hetland og bjóða hetlendingum at njóta Føroyar!

18. februar verður Norrøna sett inn at sigla fyri Smyril. Hetta er upplagdur møguleiki føroyinga, at betra um og styrkja vinarbond okkara til Hetlands. Lat okkum nýta høvi og gera tveir túrar "Tórshavn-Vágur-Lerwick-Vágur-Tórshavn". Hetta er eisini upplagdur hugnatúrur fyri kór, bindiklubbar, seturskúlar, harmonikutónleik, "enskt á kvøldskúla" og kunningarstovur.

Norrøna verður á farleiðini til Suðuroyar í 4 vikur og tí skjóti eg upp, at túrar verða skipaðir til Hetlands tvey vikuskifti í hesum tíðarskeiði. Kunningarstovur okkara kunnu so saman við SSL og Smyril Line samskipa møguleikar okkara at bjóða hetlendingum vælkomnum.

Eg veit væl at hetta nervar ferðaflutningin til Suðuroyar, men hugsi mær, at hetta kann gerast í samstarvi við Atlantsflog, soleiðis at nakrir av teirra tvungnu tyrlu-tímum kundu verið nýttir at flyta ferðafólk loftvegis fyri sama kostnað sum tað er at sigla við Smyrli. Atlantsflog kundi samstundis nýtt hetta høvi at vant okkum at nýtt loftvegis sambandið heldur enn at standa í bíðirað til bil-ferjurnar.

Tí loyvi eg mær at skjóta upp, at Norrøna siglir úr Havn kl. 18:30 fríggjadag (galdandi ferðaætlan), leggur at í Vági kl. 20:25. Síðani leggur Norrøna leiðina til Hetlands og er frammi í Lerwick kl. 10 leygarmorgun. Her verður av- og áskipað, meðan ferðafólkini fáa ein dag í Lerwick. Farið verður avstað leygarkvøld kl. 22. Síðani er Norrøna aftur á Vági kl. 06:00 og kann fara aftur í sigling av Vági kl. 8:30 sunnumorgun. Teir hetlendingar, íð nú ynskja at uppliva Føroyar hava eina ella tvær vikur til næsta túr - og somuleiðis kunnu føroyingar njóta Hetland ein dag, ella eina viku ella tvær, alt eftir hvørjar møguleikar SSL og Smyril Line leggja til rættis.

Ja, eg haldi tað er frálíkt, at SSL og Smyril-Line gera eina avtalu, ið tryggjar summum yvirskot og øðrum avbera góða farleið. Men eg haldi vit eiga at hugsa longri og draga allar møguleikar fram. Lat okkum njóta og nýta og lat okkum samstundis styrkja sambond - eisini til Hetlands.

Tveir leygardagar við tyrluflutningi til Suðuroyar og Norrønu til Hetlands!

Bestu ynski um fjølbroytt og gott ferðasamband - til Hetlands og Suðuroy.
Jákup av Skarði