Føroyar skulu hava heimavøll í Føroyum

Politikkur - 




Røddir eru javnan frammi um, at nú er tíðin komin til eina innandura fótbólts- og ítróttarhøll, har pláss skal verða fyri øllum ítrótti, og sjálvsagt skulu føroyskir hondbóltslandsdystir eisini kunnu spælast í Føroyum!





Vit kunnu bert staðfesta, at enn er ikki komið á mál. Eg veit, at FSF tekur undir við at byggja eina innandurahøll, men at FSF ikki kann fara undir eina slíka verkætlan einsamalt.





Skal hetta eydnast, er neyðugt, at fleiri lyfta hesa uppgávu í felag. Landið, FSF og kommurnar mugu lata stuðul, meðan einstaklingar í einum felagi byggja. Løgtingið eigur at seta pening av, sum er markaður til ein innandurahøll.





Ein góðkend eftirmeting sigur, at ein slík høll kostar á leið 40 mió. krónur. Um vit gera eitt dømi, so kundu løguútreiðslurnar verði deildar soleiðis:





Landið - 20 mió. kr.



FSF - 10 mió. kr.



Kommunan - 10 mió. kr.





Sum partur av nevndini í B68 meini eg, at vit hava øki, ið er væl egnað til eina slíka høll. Á Svangaskarði eru upplagdur møguleiki, har fótbóltsvøllur og útgerð til frælsan ítrótt longu eru bygd frammanundan. Harumframt hava íbúgvar í Nes kommunu víst í verkið, at tey megna at standa saman um slíkar verkætlanir. Tey eru fá, sum ikki minnast rómin á Svangaskarði í 1989, tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum.





Núverandi formaðurin hevur havt framløgu á aðalfundi um verkætlanina. Hetta er tó ikki nakað nýtt hugskot, men byggir á herðarnar á teimum, sum áður hava lagt lunnar undir slíkar verkætlanir á Toftum.





Um landið gongur undan, so kundi verði nógv lættari at tiki stig til hetta úti í ymsu kommunum í landinum. Vit áttu at fingið ein felagsleist, so fleiri kommunur byggja hallir um alt landið.





Jaspur Langgaard



valevni til løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN