Feløg verða kallað til fundar

 Í samband við  samráðingar um nýggja samgongu , fari eg at
taka stig til, at nevdin fyri Landsfelag pensjonistanna og onnur feløg verður
kallað inn við byrjanini av samráðingunum.
Hetta fyri at tryggja, at sjónarmið pensjonistanna
verða løgd fram og at møguligar misskillingar fáast av vegnum. Hetta vil eisini
tryggja, at tey lyfti, sum eru givin pensjonistunum undir valstríðnum koma til
sín rætt og ikki hanga í leysari luft, næstu fýra árini.  Tað sama ger seg galdandi fyri aðrar
samfelagsbólkar, ið eru umboðaði av øðrum feløgum.                                                                                                                                                

Tá skal tað standa sína
roynd, hvørt lyftini bara vóru tóm ella givin í álvara.



Eiði, tann 30. august



Tordur J. Niclasen,
listi H