Er bústaðarbyggingin í Hoydølum slept?




Sitandi
býráðsmeiriluti í Havn legði bragdliga út við eini ætlan um at byggja íbúðir í
Hoydølum. Samskifti var millum kommununa og mentamálaráðið um eitt gerðabýti,
har kommunan skuldi lata venjingarskúlan til landið aftur fyri, at
kommunan fekk bygningarnar i Hoydølum. Borgarstjórin var frammi i miðlunum um,
at fyrst í februar skuldi arbeiðsbólkurin vera komin til eina niðurstøðu um, at
Hoydalar skuldi vera bústaðarøki.



Enn
er ongin almenn niðurstøða komin, og vónandi er tað eitt tekin um, at
býráðsmeirilutin hevur slept hesi ætlan. Hoydalar er ogn hjá øllum borgarum, og
skal tí ikki latast nøkrum fáum.   Hoydalar er størsta frilendisøki i landinum,
og longu í 1996 varð økið  friðað sambært
serstakari byggisamtykt, tí økið er serligt í náttúruhøpi, økið er  siðsøguligt og ikki minst fornfrøðiliga
áhugavert.  Í 2010 varð semja gjørd
millum land og kommunu um, at Hoydalar skuldu gerast frílendi eftir eini
serligari frílendisætlan, sum kann viðmælast øllum at lesa. Landið eigur
bygnignarnar í Hoydølum, og hevur tískil eisini ábygd av, at hesir vera víðlíkahildnir.



Venjingarskúlin
og økið  kring skúlan skal vera kampusøki



Tórshavnar
kommuna eigur 40 % av venjingarskúlanum og eru tað hesi 40 %, sum kommunan
ætlar at lata mentamálaráðnum og í staðin at fáa bygnignarnar í Hoydølum. Undirritaða
er samd í, at mentamálaráðið skal fáa tey 40 % av venjingarskúlanum, tí økið
kring venjingarskúlan er ætlað til nýtt kampusøki og Fróðskaparsetur. Her er
longu semja undirritað millum kommununa og mentamálaráðið.



Men
kommunan eigur at selja landinum sín part av venjingarskúlanum heldur enn at
gera eitt gerðabýti við Hoydalar. Pengarnir fyri venjingarskúlan eigur kommunan
at ogna sær lendið við Stórutjórn ístaðin.



Umfatandi
heildarætlan og arkitektakapping er gjørd  fyri Stórutjórn, har ein fullfíggjað íbúðarætlan
fyriliggur  til eini 1500-1800 borgarar.
Her kann býráðið fara í gongd beinanvegin við at fáa tilvega íbúðir og
grundstykkir til tey, sum mangla bústaðir heldur enn at gera seg inn á Føroya størsta
frílendi í Hoydølum.  



Annika
Olsen