Enn eitt álop!

Nú var enn eitt frontalálop sett í verk móti Heilsuskúla Føroya og harvið
eisini móti Suðuroynni og útjaðaranum.




Hesa ferð verður Bergunn Kass nýtt sum jarnbrot. Seinast var tað ALS, sum ætlaði
at fara undir at útbúgva heilsuhjálparar. Áðrenn ALS var tað Annika Olsen og
Tórshavnar kommuna, ið vóru frammi og vildu broyta núverandi skipan.



 



Hvar kemur hesin illviljin frá? Hví kann
Heilsuskúli Føroya ikki fáa frið?



Heilsuskúlin hevur verið virkin síðani
aldarskiftið og hevur ment seg til at vera ein viðurkendur og sera væl skipaður
heilsuskúli í Norðurlondum.



Nú verður so enn ein roynd gjørd.



Í vikuskiftisgrein í dag staðfestir Bergunn Kass, at Tórshavnar Kommuna
arbeiðir miðvíst við at bera eitt uppskot niðan í Mentamálaráðið við eini
nýggjari heilsuhjálparaútbúgving, sum skal staðsetast í miðstaðarøkinum. Við
hesum verður støðið máað undan Heilsuskúla Føroya, sum “tilvildarliga” er
staðsettur í Suðuroynni.



 



Hví ynskir miðstaðurin at víðka stóru
gjáirnar millum miðstað og útjaðara? Hví leggja fótonglar fyri einum væl røktum
útbúgvingarstovni, ið hevur verið ein sólskinssøga seinastu mongu árini?



 



Nú hetta málið er á veg niðan í
Mentamálaráðið og inn í landsstýrið vil eg hava greitt svar: Er tað við signing
frá leiðsluni í Framsókn, at hetta álopið verður framt? Hvat heldur
landstýrismaðurin í mentamálum um, at Tórshavnar kommuna enn einaferð roynir at
forkoma hesi sólskinssøgu, sum Heilsuskúli Føroya er? Og fer landstýrismaðurin
at góðtaka, at ein “nýggj” heilsuhjálpara-útbúgving verður upprættað?



 



Tað er undranarvert, at tað áhaldandi verður brúkt so
nógv orka uppá at niðurbróta Heilsuskúla Føroya.




Bjarni
Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin