Endurmenning (rehabilitering) til allar aldursbólkar

 Tað at kunna vera virkin í gerandislívinum og á
arbeiðsmarknaðinum er ein rættur, vit øll eiga at hava. Kanningar vísa, at
verður tú avskorin frá arbeiðslívinum og sosialari samveru, kann hetta hava
sera neiligar avleiðingar fyri teg sum menniskja, bæði fysiskt og mentalt. Jú
longri  tú ert avskorin frá
arbeiðslívinum, tess verri er tað og longu eftir 6 mánaðum kennast neiligu
avleiðingarnar.



Í 2012 bleiv  lógin um
arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt í  løgtinginum við einum breiðum meiriluta. Endamálið
við lógini er at geva fólki ein møguleika at koma aftur í arbeiðslívið hóast
sjúku, tarn, sosialar avbjóðingar eins og sálarligir. Lógin, sum nú hevur
virkað í nøkur ár, hevur  verið eitt gott
amboð at geva fólkum ein møguleika at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum í teimum
ymsu fyriskipanunum, sum lógin heimilar, 
eitt nú tillagað starv og virknisvenjing.



Tó er tað ein bólkur í okkara samfelag, sum vit ikki hava verið
nóg góð til at røkka. Hetta eru fólk, sum hava fingið arbeiðsskaðar, fingið
blóðtøpp, verið úti fyri ferðsluvanlukku o.ø.,  sum ger tað trupult yvirhøvur at fóta sær
aftur og  virka til fulnar aftur i
vanliga gerandislívnum.



Kommunurnar hava í dag fulla ábyrgd av eldraøkinum. Í
Tórshavnar kommunu hava vit samtykt at byggja ein nýggjan umlættingar- og
rehabiliteringsdepil til eldri yvir 67. Endmálið er at geva okkara eldru
borgarum við mistum førleikum eitt sjálvstøðugt og meiningsfult lív við best
møguligum funktiónsmøguleikum. Hetta er fyrstu ferð, at stovnur av slíkum slag
verður bygdur í Føroyum, har eldri fólk kunnu fáa miðvísa venjing frá serkønum
í longri og stytri tíðarskeið, fáa heilsugóðan mat og harvið koma fyri seg
aftur.



Vit eiga sjálvsagt eisini at veita borgarum undir 67 ár
endurmenning og rehabilitering. At veita endurmenning til borgarar undir 67 er
ein landsuppgáva.  Sum samfelag seta vit
nógv fyri at bjarga mannalívum, men vit eru í heila tikið ikki nóg góð til at
geva hesum menniskjum eitt virðiligt lív eftir at sjúka hevur rakt ella um
viðkomandi hevur verið fyri álvarsligum óhappi.



Endmálið við endurmenning ella rehabilitering er at geva
menniskjum við skerdum førleikum eitt sjálvstøðugt og meningsfult lív hóast
tarn. Sjóneygan verður sett á, hvussu tann einstaki er førur/før  fyri at vera virkin í gerandislívinum og at
kunna luttaka í samfelagnum hóast skerdan førleika. Tí liggur tað mær at
hjarta, at











Tað ræður um at geva øllum borgarum okkara so góða
lívsgóðsku sum gjørligt, soleiðis at øll kunnu fáa eitt virkið og innihaldsríkt
gerandis- og arbeiðslív. Gransking vísir eisini, at umframt at hetta er gott
fyri tað einstaka menniskja, so er tað eisini samfelagsliga og búskaparliga skilagott.  Hesum vil eg virka fyri, um eg fái tykkara
álit á komandi løgtingsvali



 



Annika Olsen



Valevni Fólkafloksins
til løgtingsvalið