Ein kann ikki koyra fram í bakkgir


Tá tað nærkast vali, vilja allir flokkar tekkjast javnaðarpolitikkinum. Tað er ein royndur lutur. Sjálvt Fólkaflokkurin, ið liggur á konservativa borgarliga høgravonginum roynir seg nú til vali, við nýggjum slagorðum. Slagorð og hugsanir, har broytingar sleppa fram at. Slagorð og hugsanir, sum hoyra undir javnaðarhugsjónina, og sum kosta skattakrónur. Og hetta at vilja fáa góðar tænastur, men ikki gjalda fyri tær, ger, at fólkaflokspolitikkurin er í tvístøðu.



Ein kann nemliga ikki koyra fram í bakkgir. Úrslitið er, at Fólkaflokkurin, sum í fýra ár var so afturhaldsgreiður, nú stendur fættur sum nýfolað fyl í fløkjum millum blómur.



Við at tekkjast øllum, men ikki hava fólksliga grundvøllin at byggja á, er Fólkaflokkurin ótýðiligur. Vit vita jú øll, at tað hongur ikki saman, tá Fólkaflokkurin sigur, at øll skulu hava meira, men vinnan skal einki rinda og eingin skal rinda meira enn 30 % í skatti.



Fólkaflokkurin hentar politiska lesull, stingur í munnin og blæsir so í allar ættir.








Vónandi letur veljarin seg ikki lumpa. Tey, sum vilja fólkaflokspolitikk, veljið lista A. Vit onnur, ið vilja javnt góða, sterka og trygga vælferðarsamfelagið, standa okkum best við at velja Javnaðarflokkin. Javnaðarflokkin, ið greitt hevur meldað út, at vit ikki fara í samgongu við konservativa borgarliga høgraflokkin. Tí vit kunnu ikki hava sama politikk. Óansæð hvat floksformenn, stjørnuskot ella formanskanndidatar í fólkaflokkinum siga, nú valið nærkast.



Jónleif Johannesen
, javnaðarfolkkurin