Ein føroyskur førleikakarmur (NQF)

Ein førleikakarmur (Qualification Framework) er ein
skipan til at lýsa førleikar, og hevur til endamáls at samanbera førleikar og
at betra flytføri millum lond í mun til útbúgvingarskipanir og útbúgvingarstig.
Skipanin er eisini grundarlag undir eini vaksnamannaútbúgving og lívlangari
læru og skal tryggja gjøgnumskygni og dygd. Ein felags evropeisk skipan (European
Qualification Framework, EQF) varð sett í verk í 2008, og mong lond kring
heimin hava egnan førleikakarm (National Qualification Framework, NQF) at lýsa
og góðskutryggja sína útbúgvingarskipan og seta hana i altjóða samanhang.



Sum dømi, so gevur “Den danske kvalifikationsramme
for livslang læring” eitt samlað yvirlit yvir allar alment góðkendar
útbúgvingar í landinum, eina lýsing av hesum og fremur tí møguleikan at
viðurkenna útbúgvingar og førleikar yvir um landamørk. Hetta er til gagns fyri
útbúgvingarskipanirnar í ymisku luttakandi londunum og fyri vinnulív og
arbeiðsmarknað, at lesandi og arbeiðsmegi við eini gjøgnumskygdari
førleikaskipan fáa betri flytføri.



Ein formligur og samtyktur føroyskur førleikakarmur,
sum gerst partur av hesum millumtjóða netverki um útbúgvingarskipanir fer at
økja um tilvitið um egna útbúgvingarskipan, bøta um samstarvsmøguleikar, geva
fleiri stýringsamboð og gera Føroyar meira sjálvstøðugar og sjálvberandi í mun
til okkara útbúgvingarskipan og harvið okkara útbúgvingarpolitikk.

Á tingfundinum í dag, 19.september, setti eg landsstýriskvinnuni í undivísingarmálum nakrar spurningar um, hvussu útlitini eru fyri at vit fáa ein formligan føroyskan førleikakarm - ein NQF.

Spurningarnir vóru hesir:



1)    
Verður arbeitt við einum føroyskum
førleikakarmi? Um ja, hvussu langt áleiðis er arbeiðið komið?



2)    
Hvussu eigur ein føroyskur førleikakarmur at
vera skipaður viðvíkjandi tilvísing og stigum?



3)    
Hvat krevst fyri at koma á mál við einum
førleikakarmi - av tíð, førleikum og fígging?

Landsstýriskvinnan, tók væl ímóti spurninginum og segði, at arbeitt hevur ikki verið við slíkum førleikakarmi, men at stundin er komin at hyggja nærri at hesum. Og tað fegnist eg um, tí tá vit hugsa nærri um hetta, so finst nógv tilfar, sum kann samskipast og nýtast til partar av einum formligum føroyskum førleikakarmi. Tað fer at vísa seg, at tá vit gera hetta grundarbeiðið, so fer tað at fáa stimbrandi ávirkan á, hvussu vit seta ein føroyskan útbúgvingapolitikk saman.